Fólkaatkvøða í Skálafirði/Skálabotni
Á atkvøðuseðlinum eru tveir valmøguleikar.
Fólkaatkvøða er í dag í Skálafirði/Skálabotni, har øll sum eru skrásett at búgva í bygdini, og hava valrætt til býráðsval, kunnu velja. Á atkvøðuseðlinum eru tveir valmøguleikar og veljararnir skulu seta kross við um bygdin skal eita Skálafjørður ella Skálabotnur.
Valhølið, sum er í skúlanum í bygdini, lat upp klokkan 10 í morgun, og tað verður opið til klokkan 20, ella so leingi sum veljarar eru í valhølunum eftir hetta.
Eitt sindur av valstríði hevur verið í sambandi við fólkaatkvøðuna. Eivind Weyhe, málfrøðingur, skrivaði í einum lesarabrævi í Sosialinum í gjár, at í gomlum skjølum og kortum, heilt aftur til 1600, verður bygdin nevnd Skálabotnur.
Almfinn Jacobsen, sigur í einum øðrum lesarabrævi í sama blaði, at líkamikið hvat gomul skjøl siga, so eigur tað at vera fólkið sum býr á staðnum, sum ger av, hvussu bygdin skal eita.
“Latið ikki onnur uttanífrá siga tykkum, hvussu bygdin skal eita, men setið krossin við tað navnið, sum eftir tykkara tykki er tað rætta, eftir bestu sannføring,” skrivar hann.
Fólkaatkvøðan í dag er vegleiðandi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur