Jørgen Niclasen: Ætli mær at atkvøða ímóti
Fólkaflokkurin tekur ikki undir við uppskotinum um at broyta lønirnar hjá løgtingsfólkum.
“Hetta uppskotið skapar ein ójavna.” Tað segði Jørgen Niclasen, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum, tá uppskotið um lønirnar hjá tingfólkum varð viðgjørt í dag.
“Við hesum uppskotinum verður munur gjørdur á tingfólkum, og munur verður eisini gjørdur millum tingfólk og onnur í samfelagnum,” segði hann.
Hann helt at uppskotið átti at verið gjørt so langt frá einum valið sum til ber.
“Nú verður hetta viðgjørt mitt í einum valstríði,” segði hann.
Jørgen Niclasen segði eisini, at tað er óheppið, at løgtingsformaðurin einsamallur stendur aftanfyri uppskotið. Hann helt, at allur formansskapurin átti at staðið aftanfyri tað.
Framsøgumaður Fólkafloksins vísti á, at tað er ikki rætt, tá sagt verður, at hetta skal fáa samsvar at vera millum lønirnar hjá løgtingsfólkum og øðrum í samfelagnum.
“Fyri 4 árum síðani varð ásett, at øll skuldu hava eina uppsparing á 15%, men hendan samgongan hevur broytt tað til 12%, og kortini verður her skotið upp, at løgtingsfólk skulu hava 15%,” segði hann.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











