Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn

Innanlands, Lesarabrøv | 15/03-2019 11:30

Sum ein klassiskur liberalur er tað mín uppfatan, at ein týdningarmikil og natúrligur partur av einum vælfungerandi landi er ognarrættindi. Ein av lyklaorðinum hjá verandi samgongu fyri at vinna valið í 2015 var at selja boðskapin um “Fólksins ogn”. Boðskapurin er einkultur og greiður: Teir óndu reiðararnir tjena milliónir uppá fólksins ogn. Ogn sum teir órættvíst hava fingið ókeypis. Fólkið skal hava sín part aftur. Ávísir búskaparfrøðingar søgdu, at tað snúði seg um eina heila millard, sum “fólkið” fær ov lítið.

Hvat er ognarrættindi?
Øll sum hava við børn at gera, kenna til tørvin at læra børn um reglar fyri spæl og trætur. T.d. hvussu leingi tey kunnu goyma seg, tá ið tey spæla krógva og blunda, hvør hevur rættin til eitt leikutøy, ella hvør kann vera dómari til bóltspæl.

Eins og børn mugu læra seg nakrar reglar fyri at kunna hava góða sosialar relatiónir við hvønn annan, so er tað sama galdandi fyri okkum vaksnu og samfelagið. Ímynda tær eitt samfelag, har ongin veit, hvør eigur hvat. Tað hevði verið ræðuligt. Heimspekingurin Thomas Hobbes segði soleiðis: “Lívið í einum heimi uttan reglur og ognarrættindi hevði verið vemmiligt, brutalt og stutt”.

Søguliga hava menniskju altíð verið varug við konseptið um ognarrættindi. Mannfrøðingar hava ongi samfeløg funnið, sum ikki kenna til ognarrættidni.

Vit kunnu fara so langt aftur sum til Platon og Aristoteles at finna ogn sum konsept umrøtt. Í nýggjari tíð hava serliga John Locke og Adam Smith verið íblásturin til amerikonsku grundlógina og lógir um tað sama í Stóra Bretlandi. Av tí at ognarrætturin var høgt virdur, so gav tað eisini eitt grundarlag fyri nógvum handli og vinnulívi í hesum londum hetta tíðarskeiðið, sum gjørdi, at búskapurin vaks sera nógv.

Um sama tíðarskeið vóru tað alt fleiri fólk, ið meintu at ognarrættindi áttu at verið avtikin, tí at tey meintu at ognarrættindi skaptu sosiala ójavnvág. Í tí Kommunistiska Manifestinum (1848) verða ognarrættindi sæð sum eitt produkt av kapitalismu. Friederich Engels og Karl Marx lýstu endamálið við kommunismuni sum avtøku av privatum ognarrættindum.

Fyri at síggja týdningin av, hvat hendir, tá privatur ognarskapur til arbeiði, jørð og kapital ikki sleppur at virka, so skulu vit bara kaga eftir teimum kommunistisku stýrunum í 20. øld. Við mangli uppá persónlig áhugamál sum fylgja av privatum ognarrættindum fór búskapurin í Sovjett og tess satellitstatum í sorl. Støðan gjørdist so ring, at tað var eingin annar vegur uttan um at reformera búskaparskipanina. Ikki tí tey nú ikki longu trúðu uppá kommunismu, men tí at avleiðingarnar vóru so sjónligar, at man var tvingaður til at síggja veruleikan í eyguni. Tað kemst ikki av ongum, at vit ofta endurtaka orðini í Grundlógini: Ejendomsretten er ukrænkelig. Tað liggur ein hart keypt vitan aftanfyri ognarrættindini og teirra týdning fyri samfelagið sum heild.

The poorest man may in his cottage bid defiance to all the forces of the Crown. It may be frail — its roof may shake — the wind may blow through it — the storm may enter — the rain may enter — but the King of England cannot enter — all his force dares not cross the threshold of the ruined tenement! 
William Pitt, fyrsti jallur av Chatham

Hvat gera ognarrættindi?
Tað er júst tað, sum kemur undir heitið “fólksins ogn”, sum verður rænt til einki er eftir - villini djór, havið og jørð eru merkisverd dømir. Hetta er kjarnin í, hví ognarrættindi yvirhøvur eru týdningarmikil. Ognarrættindi innibera persónligt sjálvseftirlit. Ongin skógur er í vanda fyri at vera oyddur, ongi djór eru í vanda fyri útrudding, og ongin drepur gásina, sum leggur gulleggini.

Ognarrættindi eru rættindi til at eiga. Tað kann vera eini hús, eitt stykki av jørð, ein bilur osv. Tað eru í høvuðsheitum tríggir tættir, ið mugu vera uppfyltir, fyri at ognarrætturin skal virka til fulnar.

Væl lýst/greinað
Tryggjað/vart (ímóti statinum og nýtslu av øðrum)
Umsetiligt
Um hesar tríggjar treytirnar ikki eru uppfylgdar, so uppstendur stríð um, hvør hevur rættin, hvørjar avmarkingarnar eru og um tey kunnu keypa ella selja fyri at loysa spurningin um rættindi.

Búskaparfrøðingar meta, at ognarrætturin hevur grundleggjandi týdning fyri búskaparliga framgongd. Orsøkirnar eru tvinnar.

At avgerðinar vera tiknar av privatum einstaklingum, altso uttanfyri valdið hjá politikkarum.
Viðlíkahalda tað privata intiativið fyri einstaklingin at avseta tíð, orku, talent og ressursir, sum vóna at fáa úrtøku.
Teimum, sum ikki dámar ognarrættindi, síggja ognir sum serligar fyrimunir fyri tey fáu og ikki sum eina heild í tí sosialu processini í samfelagnum, har búskaparligar avgerðir verða tiknar í einari skipan, sum hýsir privatum ognarættindum.

Meðan til dømis talufrælsi verður næstan ongantíð sæð á hendan hendan hátt; t.d sum serligir fyrimunir fyri ein lítlan part av fólkinum, so sum professionellar skribentar, journalistar ella politiskar aktivistar. Talufrælsið verður altíð mett sum grundleggjandi fyri eitt vælvirkandi samfelag. Men sjáldan sær akademiska elitan ognarrættindi sum ein neyðugan eginleika í marknaðarbúskapinum.

Ognarrættindi eru løgfrøðilig verja ímóti politikarum, dómarum og skrivstovuveldinum at gera seg inn á ognina hjá einum fyri at geva til annan part.

Støðan í dag er tíverri ómetaliga vandamikil fyri okkara land. Samgongan arbeiðir stútt og støðugt ímóti at gera ognarrættin veikari og ógreiðari. Tey halda seg arbeiða fyri sosialum rættvísi, men taka í veruleikanum potentialið úr búskapinum. 

Hvat hendir uttan ognarrættindi?
Hvør er munurin, við ella uttan ognarrættindi? Eitt sigandi dømi er, tá ið nøkur umboð fyri tann amerikanska landbúnaðin fóru til Sovjett. Tey vóru skelkað at síggja hvussu landbúnaðarvøran varð handfarin, tá hon var pakkað og transporterað. Líkasæla var allastaðni. Illa innpakkað landbúnaðarvøra, ofta við spiltum fruktum ella grønmeti í pakka saman við tí fríska, so at spillan breiddi seg.

Amerikonsku bøndurnir áttu sín bóndagarð og tað, teir framleiddu. Teir kendu ikki til slíkt líkasælt spill, tí tað hevði verið alt ov kosnaðarmikið og kundi skjótt koyrt bóndagarðin á heysin. Í Sovjett var trupulleikin enn meira pínufullur. Tí landið megnaði ikki at breyðføða seg sjálvt.

Av tí at tað vóru ongi ognarrættindi, so vórðu tapini ikki flutt yvir á tey, sum tóku sær av at handfara landbúnaðarvørurnar.

Í einum landi uttan ognarrætindi, ella har maturin er “fólksins ogn”, er eingin einstaklingur eggjaður at persónliga tryggja sær, at góðskan er í lagi.

Umfordeiling av ognarrættindum
Líka skaðiligt sum ongi ognarrættindi at hava er tað, tá ið politiska skipanin ger seg inná ognarrættin og fremur umfordeilingar. Ræðudømir uttan úr heimi eru m.a Venezuela, Etiopia og Zimbabwe, sum øll hava gjørt seg inná ognarrættindi og gjørt stóran skaða á búskapin.

Mangan tykist tað, sum at fólkini, sum stýra í dag slett ikki vilja vita av ognarrættindum. Tey síggja tað sum framíhjárætt hjá nøkrum fáum og eina forðan fyri sosialum rættvísi.

Tað er, sum um onkur orð ringja aftur frá einum ávísum manni, ið segði “Øll skulu eiga sínar ognir sum tey hava fingið sær til høldar, eftir hesum prinsippinum: Tað skal tæna landinum áðrenn einstaklinginum. Men staturin skal altíð vekja yvir øllum ognum og allir ánarar skulu rokna seg sum útvaldar av statinum. Tað er hansara uppgáva at ikki nýta sína ogn ímóti áhugamálinum hjá sínum egna fólki. Hetta er týdningarmikið. Tað triðja ríkið fer altíð at tryggja sær rættin at stýra eigarunum av ognunum.

Bara sentralistarnir sleppa at tryggja sær fulla magt yvir øllum lutum í samfelagnum, kann rættvísi sigra, siga teir. Óhugnaligt.

So kann onkur klókur seta seg at hugsa. Er tað nøkur ognarrættindi eftir í fiskivinnuni, tá ið árið er úti? Er tað nakað galið við ognarrættunum hjá føroysku bóndunum, tá ið teir ikki klára at vinna uppá ferðavinnuna. Verða teirra hagar ikki vardir? At síggja til hava vit eina myrka framtíð, um verandi samgonga sleppur at halda á í fýra ár afturat.

keldur og keldutilfar sæst her http://lesarin.fo/folksins+ogn.html 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi