Rák (37) Barnarættindadagar 2019 vísa hvar barnarættindi verða brotin í Føroyum
Barnarættindi hjá føroyskum børnum eru hótt tá foreldur hava sálarligar trupulleikar ella rúsevnismisnýtslu. Tað er niðurstøðan eftir Barnarættindadagarnar 2019, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í vikuni.
Rák var við, saman við øllum 7. flokkum í landinum. Í sendingini hoyra vit brot úr ymiskum uppleggum og tosa við upplegshaldarar.
Laura Katrine Apol, hevur skrivað bók um, at vaksa upp hjá sálarliga sjúkari mammu. Hon tosar m.a. um sína lagnu og um týdningin, at raðfesta børnini fremst tá myndugleikar fáa avgerðarrætt í lívinum hjá børnum.
Sálarfrøðingurin Lív Justinussen, frá Bláa Krossi Føroya, sigur, at minst 1200 føroysk børn liva í einum heimi við rúsevnismisnýtslu. Hon tosar m.a. um tær avbjóðingar hesi børn hava.
Familjufyrisitingin var har og tosaði um rættindini hjá børnum, tá foreldur verða skild og familjufyrisitingin skal áseta samveruna børnini skulu hava við foreldrini. Vit tosa við Barbaru Jacobsen, sosiologur, og Kari Hattarstein, juristur. Tær eru báðar málsviðgerðar, og sita við avgerðarrættinum um samveru. Vit hoyra m.a. at Familjufyrisitingin ikki kannar foreldur fyri sálarligar trupulleikar ella rúsevnismisnýstlu, men tey kunnu heinta upplýsingar frá øðrum myndugleikum.
Skemt frá Gundur Johannesen var eisini á skrá. Vit hoyra um hansara karakter Jákup, sum er ein 13 ára gamal drongur, ið ongan góðan eigur.
Harumframt fáa vit orðið á fyriskiparan Alice Simonsen, og á lærararnar Duritu Jacobsen og Rebekku Niclasdóttir.
Annika Bolton Mortensen leggur sendingin til rættis.
Mest lisið í farnu viku

Mínir kæru landsmenn: Latum okkum taka okkum saman í stundini!

Tá prestur varð avbrotin á prædikastólinum av vitnisburði

Yvirlivilisratan fyri Covid er 99,8%

Anfinn Olsen: Eitt átak hjá KVF móti Framherja

Jákup Sverri fór ikki á Føroyabanka

18 avgreidd mál frá nýggja býráðnum

Afturkalling av kostískoyti

Endurnýtsla, Bokashi, list og tónleikur á Seglloftinum

Bilurin handaður vinnaranum

Merki vundið á stong í Ísrael

Kongshavnar Talvfelag

Orkufyrilestrar og tónleikur á Seglloftinum

Kambur farin á sín fjórða túr

Skráin hjá IKTUS Sjónvarp, sunnudag 11. apríl 2021

Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Missiónsarbeiðið í Leirvík 100 ár

Góð ráð til kvotu2-umsøkjarar

Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður hjá Magn

SuSvim Open byrjar í morgin

Tøkk

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

Ebenezer: Jógvan og sersangur - sunnudagin kl. 10.00 - netvarp kl. 10.50

Johan Dahl hevur fingið svar um koronupass til føroyingar

Ágangurin í skúlanum fer niður í helvt, tá ið leiðslan í skúlanum týðiliga talar at
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











