Enska drotningin er misnøgd við forsætisráharran
Drotningin er vorðin missnøgd við bretska forsætisráðharran Theresu May. Orðsøkin sigst vera at forsætisráðharrin heldur kortini í so tætt at kroppinum, hvat Brexit viðvíkur.
Sambært grein í The Times, so er Drotningin ónøgd eftir at May noktaði at greiða henni frá hvørja ætlan bretska stjórnin hevur í Brexit-málinum. Hendingin fór fram tá Theresa May vitjaði Balmoral slottið her fyri.
Forsætisráðharrin búði á Balmoral í nakrar dagar fyrr i ár, og tað sigst at tað var tá at hon fornermaði tey kongaligu.
The Times sigur, at Drotningin og hertogin av Edinburg gleddu seg til vitjanina. Tað hevur longi verið siður at sitandi forsætisráðharrin, einaferð um árið, vitjar drotningina á Balmoral slottinum í Skotlandi. Vitjanin varðar vanliga í nakrar dagar, og er eitt høvið hjá drotningini og forsætisráðharranum at práta undir meira privatum umstøðum.
May og stjórn hennara hava verið fyri nógvum atfinningum síðani hon kom til valdið í juli í ár. Higartil hevur hon ikki avdúka nakað úr ætlan hennara fyri hvussu Bretland skal taka seg úr ES. Hetta hóaðst at funnist hevur verið at hennara loynsemi.
Bretland atkvøddi í juni fyri at taka seg úr Europeiska Samveldinum. Úrslitið av tí fólkaatkvøðuni var, at táverandi forsætisráðharrin David Cameron legði frá sær.
Eftir at søgan um tað ónøgdu drotningina stóð í The Times, viðmerkti kongahúsið, at talan var um eina íspunna søgu. Eins og danska drotningin, so hevur enska drotningin ongan politiskan leikut, og skal ikki leggja seg út í politisk viðurskifti.
Brexit er ikki einasta málið har Theresa May sigist at hava fingið ilt í drotningina. Í november skrivaði netmiðilin Royal Central, at May umhugsaði strika tey so-nevndu “Royal Charters” til bretsku universitetini. “Royal Charters” er fígging ið enska krúnan letur til gansking á bretsku universitetunum. Talan er um einar 3 milliardir pund árliga. Hildi verður at ætlanin hjá May fer at avmarka møguleikan hjá bretskum granskarum at granska í tí teir vilja, tí at framyvir skulu granskingarverkætlanir góðkennast av politisku mynduleiknum.
Bretskir eygleiðarir siga at tað er sannlíkt at hetta rættuliga fer at fáa øði í drotningina.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Arabisk lond játta at fíggja Gaza

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Føroyskir filmar og filmsfólk seta dám á Nordatlantiske Filmdage í Danmark

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











