Rák (38) Etiska Ráðið
Etiska Ráðið fæst við spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi. Etiska ráðið varð stovnað í september 2017, so tey hava ikki verið virkin leingi.
Í sendingini tosa vit um talgilding í heilsuverkinum, har vit m.a. koma inn á hvørja ávirkan borgarar hava á upplýsingar, sum goyma seg handan p-talið, og tvístøður í samband við, at brúka hjartastartara á gomul fólk. Hetta eru etisk mál, sum Etiska Ráðið hevur havt á skrá síðani tey byrjaðu. Vit hoyra eisini hvat Etiska Ráðið fer at skipa fyri í næstum. Eitt av hesum málum snýr seg um linnandi viðgerð og deyðshjálp, sum er eitt evni ein borgari hevur skotið upp.
Í sendingini verður tosað við Hildur við Høgadalsá, sum er sjúkrarøktarfrøðingur og forkvinna í Etiska Ráðnum. Spurnartekin verður m.a. sett við peningagríska medisin ídnaðin, sum er høvuðstuðul av granskin innan heilsu, og um tað almanna átti, at havt eftirlit og meiningar um alternativar viðgerðir.
Annika Bolton Mortensen leggur sendingina til rættis.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











