Botn fyri eyguni til opið skrivstovulandslag
Í einum nútíðar opnum skrivstovulandslag verður ein lætt órógvður av tí, sum hendir uttan um ein og av starvsfeløgum í allar ættir. Nú boðar Panasonic frá, at fyritøkan hevur funnið loysnina, so øll kunnu hugsavna seg um arbeiðið.
Loysnin er tað, føroyingar kallaðu “botn” (“blinkers”, “øjenklaffer”) fyri eyguni (ikki sum fyrr á rossi, men) á fólki. Panasonic kallar loysnina “Wear Space”, ið er eitt spenni um nakkan, ið breiðkar fram um eyguni á báðum síðum. Spennið smalkar sjónarringin, so eyguni bert síggja knappaborðið og skíggjan á telduni. Annars mugu fólk snara høvdið fyri síggja skriviborðið báðu megin.
Tað frættist, at hetta høvuðband verður til keyps í Japan seinni í ár. Kanska fara føroyingar eisini at brúka henda hugsavnara um høvdið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur