Sosialistiski borgarstjórin í París sett bilbann í miðbýnum
Í París hevur sosialistiski borgarstjórin, Anne Hidalgo, fingið mótbyr, tí meirilutin í býráðnum hevur fylgt uppskoti hennara at innføra bilbann mitt í París. Koyribannið fevnir einar 6 km2 (2x3 km) fram við høgra áarbakka á Seine og umfatar Place de la Concorde, Bastiljuna og onnur søgulig støð.
Elriknir bussar flyta fólk aftur og fram, og borgarstjórin sjálv súkklar. Tað sær umhvørvisvinarligt út, og Hidalgo vil sum aðrir politikarar veljast aftur í 2020.
Tey ríku og fínu velja nú vinstraflokkarnar, og fjøldin av parísbúgvum eru ill, at betra slagið býr mitt í bilfriðaða franska høvuðstaðnum. Tey sleppa altíð til og frá húsum í bili. Men í arbeiðstíð verður miðjan í París ein “lívleys turistfella”, sum atfinnarar orða seg. Forstaðirnir við arbeiðarum og útlendingum fáa ongar sømdir. So verkafólkini eru misnøgd við sosialistaflokkin og Hidalgo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur