Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Meslingar herja í Italia

Andøvsløtan | 24/03-2019 11:30

Tey, ið ikki hava havt meslingar ella eru ikki vaksinerað, tá sjúkan gongur, verða í flestu førum rakt. Hon er ikki deyðilig orsakað av góðum heilivági, men er tó ikki at spæla við. Tað vita øll, ið hava verið løgst við henni.

Í Italia kunngjørdi stjórnin undir Giuseppe Conte neyðstøðu av meslinga farstótt herfyri og segði seg fara at pirka 800.000 italienar, ið eru í vanda.

Hvussu illa meslingar smitta, vita føroyingar frá 1846, tá yvir 7.000 fólk av íalt 8.000 íbúgvum landsins, løgdust við meslingum. 2 danskir læknar komu upp í skundi at basa sjúkuni. Ein teirra var navnframi læknin Panum.

Grundin til, at meslingar raktu nærum 90% av føroyingum í 1846, var, at sjúkan hevði ikki gingið í 60 ár, og tí høvdu bert tey tá elstu havt meslingar sum børn og vóru mótstøðufør. Í Havn doyðu upp í fleiri fólk um dagin í longri tíð.

Ná, men aftur til meslingarnar í Italia. Har hevur borgarliga stjórnin ikki pirkað børn og ung móti meslingum, tí stjórnin helt, at 3-dupult koppseting móti meslingum, fárasjúku og reydlingum (MMR) kann geva børnum autismu.

Í heyst settu italskir læknar seg upp ímóti stjórnini, tí at Italia við bert 8% av øllum íbúgvum í ES átti 25% av øllum meslingatilburðum. Orsøkin var, at bert 91% av italskum børnum vóru MMR-pirkað ímóti teim 95%, ið heimsheilsu-stovnurin WHO krevur til at fyribyrgja hesi altíð hóttandi umfarsjúku.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Hvagar eru vit á veg?
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla Seglhúsi­num í Klaksvík
31. mai - Altjóða roykfríur dagur
DRONNING ELISABETH OG PÁSKA­HÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi