Ringasta náttúru vanlukka seinastu 1.500 árini
Tíðarritið Science heldur, at árið 1348, tá svartasótt var í hæddini í Evropa, var helst ikki ringasta árið hjá evropearum at vera til. Heldur ikki 1918, tá spanska beinkrímið, “spanska”, týndi 100 mió fólk, 5 ferðir fleiri enn 1. Heimskríggj. Nei, blaðið Vísindi velur heldur árið 536 e.Kr. tá Rómaríkið var farið til grundar av kulda og tí sama innara roti, sum nú hóttir Vestanlond.
Harvard vísindafólk hava kjarnuborað jøklar í alpunum og sæð, at eitt eldgos tað árið í Íslandi sprændi so nógva øsku, at hon myrkti fyri sólini, so dust lá um norðurhálvu í 18 mánaðir. Tey næstu 10 árini vóru so myrk og køld sum ongantíð farnu 2.300 árini við misvøkstri, felli, svøltri og búskaparskrædli.
Evropearar vóru so rakføddir, at teir doyðu sum flugur, tá ein bubonisk sótt við uppruna í Egyptalandi í 541 beindi fyri helvt av fólkinum í Eysturrómaríki. Granskar-arnir síggja, at um 640 glottar aftur í búskaparliga, tí tá fóru evrop-ear at smelta silvur til pengamyntir, so handil og ídnaður fóru at blóma aftur.
Skal eg endurtaka, at mannelvd global upphiting er fupp og svindul, men eitt rimmar eldgos í Íslandi kundi ført til búskaparliga oyðing um alla norðurhálvu.
Slík eldgos eru hend fleiri ferðir síðan tað nevnda 400 ár áðrenn Víkingatíð og miðaldarhitan frá 9. til 13. øld. Laki goysti í 1783/4 og rakti Evropa so hart, at misvøkstur og svøltur vóru við til at byrja fronsku kollveltingina í 1789.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur