Ása Maria og Birita ætla í Guinness Rekordbók tann 15. juni í ár
Tær vilja sláa rekordina hjá Sveis, sum samlaði heili 1200 gummibátar á einum stað í 2011.
Av tí at kappróðurin ikki telur við komandi Eystanstevnu, so eru vit komin fram til eitt alternativt, men stuttligt tiltak.
Soleiðis skrivaðu tær báðar vinkonurnar Ása Maria Olsen og Birita Hansen á facebook fyri stuttum.
Tær hildu fram: Sveis hevur eina verðins rekord, har tey høvdu 1200 flótandi før ( gummibátar ) á einum stað.
Sláa rekordina hjá Sveis:
Tískil er hugskotið komi um at sláa hesa rekordina á Skálafjørðinum tann 15. juni í ár. Tiltakið er frítt, og tað er bara at møta fjølment upp ( helst við einum flótandi fari )!
Vit møtast við kappróðrarnestið hjá NSÍ, tann 15. juni klokkan 15.00 ???? skriva tær at enda.
Les um tiltakið her: Kelda : https://www.facebook.com/events/2126618367560068/
Her kann lesast um tað Sveisisku rekordina: https://metro.co.uk/2011/08/23/inflatable-boat-world-record-smashed-with-1200-rubber-dinghies-124172/
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur