Borðabáturin hjá Hammershaimb er á Føroyamálsdeildini
Føroyamálsdeildin fekk bátin frá langabbasoni Hammershaimb fyri stívliga tjúgu árum síðani.
Á Føroyamálsdeildini stendur ein borðabátur, sum V.U. Hammershaimb hevur átt.
Hammershaimb fekk bátin í gávu í Føroyum, men óvist er, hvørjum hann fekk bátin frá. Tað skrivar Fróðskaparsetrið á síni heimasíðu.
Elsti sonur V. U. Hammershaimb, Hjalmar (1856-1923), fekk bátin eftir pápan. Sonur hansara, Erling fekk síðan bátin. Erling Hammershaimb (1904-1994) var gudfrøðiprofessari á Århus universiteti. Fyri rúmliga tjúgu árum síðan gav sonur Erling, Jørgen Ulrik Hammershaimb, Føroyamálsdeildini bátin.
Tá ið báturin kom á Føroyamálsdeildina í 1990-árunum, var hann ikki í góðum standi. Jóhan Hendrik W. Poulsen professari heitti á Jógvan Hansen bátasmið (1930-1998) úr Hattarvík um at væla um hann. Jógvan so gjørdi og læt viðin vera so ljósan, at tað sást týðiliga, hvat var nýtt og hvat upprunaligt. Jógvan gjørdi eisini árar, mastur og eyskar. Helgi Iversen úr Kvívík, húsavørður á Fróðskaparsetrinum, gjørdi glasneystið, sum báturin stendur í.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur