MYNDARØÐ: Sjónleikurin "Tuberklarnir" á Sanatoriinum
Leikurin "Tuberklarnir" er inspireraður av veruligum hendingum og samrøðum við sjúklingar, avvarðandi og starvsfólki á gamla bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum, ið var kallað Sanatoriið. Sjónleikurin var vístur tvær fer í gjár og tvær syningar eru aftur í dag.
Atgongumerki kundu keypast á altjóða tuberkladagnum 24. mars. Sjónleikaskúlin hevur fyri fyrstu ferð sjónleikaskeið til vaksin, og tað eru hesir 18 sjónleikarar í aldursbólkinum 45 ár +, ið hava skrivað leikritið saman við lærara og leikstjóranum Sóley Danielsen.
Endamálið við leikinum er at upplýsa um hesa sera vandamiklu sjúku, ið herjaði í Føroyum, og sum kostaði nógv mannalív frá uml. 1900 til 1950, tá koppseting endiliga kom til Føroya.
Nógvir tuberklasjúklingar vóru innlagdir á Sanatoriinum í styttri og longri tíðarskeið, einstakir upp til heili 20 ár tilsamans.
Yrkjarin Mikkjal á Ryggi var ein teirra, ið var innlagdur leingi og í leikinum vera nakrar yrkingar hjá honum eisini lisnar upp. Eisini verða brot úr brævasamskiftinum millum tuberklasjúka Jørgen Frans Jacobsen og vinmannin William Heinesen lisin.
Vónin við hesum leikinum er, at bæði áskoðarar og næmingar í Sjónleikaskúlanum fáa eina góða, læruríka og innihaldsríka mentanaruppliving.
R7 var til sjónleikin í gjár. Vit tóku nakrar myndir. SÌ MYNDARØÐ
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur