Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar um avgerðina hjá FMA og UVMR at ógilda mítt sjóvinnubræv

Innanlands, Lesarabrøv | 09/04-2019 09:30

Í dag, aftan á meir enn hálva øld innan somu starvsgrein á sjónum, eru øll loyvi tikin frá mær. Eg eri vigaður og funnin ov lættur sambært málsviðgerðini hjá FMA, sum bæði er sjálvmótsigandi og óreiðilig.

Tá FMA og UVMR komu til ta niðurstøðu, at eg havi siglt við ólógligum pappírum meginpartin av mínum vaksna lívi og tí nokta at endurnýggja mítt sjóvinnubræv, fari eg í stuttum at taka samanum gongdina í hesi, fyri meg, óskiljandi málsviðgerð.
  
Danska sjóvinnustýrið, Søfartsstyrelsen (DMA), hevur fimta hvørt ár frá einaferð í 70-unum til 2014 endurnýggjað mítt “sønæringsbevis som skibsfører uden begrænsninger”. Sambært FMA hevur DMA av órøttum endurnýggjað mítt sjóvinnubræv í tíðarskeiðnum 1999-2014. Í 2014 tekur FMA við og endurnýggjar mítt sjóvinnubræv, sambært teimum sjálvum eisini av órøttum.

Í januar mánaði 2017 koyrdi eg vestur í Vágarnar til FMA. Ørindini vóru at endurnýggja mítt sjóvinnubræv. Í skjáttuni hevði eg viðkomandi skjøl, sum tá vóru í gildi. FMA hevur skrivliga váttað, at avrit varð tikið av viðkomandi skjølunum, tó manglaðu skúlaprógv og heilsuváttan, sum eg seinni skuldi senda vestur. Áðrenn eg fór útaftur, rindaði eg 500 krónur fyri eitt sjóvinnubræv avmarkað til skip uttan ECDIS, tí eg manglaði skeið í ECDIS, og eisini rindaði eg aðrar 500 krónur fyri endurnýggjan av mínum radioprógvi (GMDSS).

Í skrivi til UVMR tann 29. januar 2018, undir “lýsing av málsgongdini”, váttar FMA, at avrit av skúlapróvnum var móttikið tann 31. januar 2017. Tann 8. februar 2017 váttar FMA, at seinasta skjalið, heilsuváttanin, var móttikið, og umsóknin var sostatt klár at viðgera. Tí undrar tað meg, at FMA upplýsir fyri UVMR, at tað var drúgt at fáa neyðugu skjølini til vega. Og tað undrar meg enn meira, at UVMR bert endurtekur útsøgnina hjá FMA um manglandi skjøl sum verandi tann ævigi sannleikin.

Drúgt samskifti var millum meg og FMA um obligatoriska radarsimulatorprógvið frá 1982 og tað núverandi obligatoriska radaraprógvið, sum hevur fingið navnabroyting til ARPA-simulator. Bæði radaraprógvini eru tikin við simulatori, og tí er ongin stórvegis munur á hesum báðum prógvum uttan sjálv útrokningin. ARPA er brúkaravinarlig teldutøkni, sum sjálvvirkandi plottar og roknar út, meðan mítt radaraprógv frá 1982 bleiv tikið við at manuelt plotta og útrokna á einum radaraplottidiagrammi.

Í 1982 sendi mítt danska reiðarí meg á eitt radaraskeið, sum tá var eitt altjóða obligatoriskt simulatorskeið. Hetta altjóða kravda radaraprógv hevur fylgt mær í áratíggju og verið góðkent av øllum fremmandum myndugleikum. Við støði í hesum radarasimulatorprógvi, eru míni sjóvinnubrøv uttan avmarkingar blivin endurnýggjað av DMA hvørt fimta ár frá 70-unum fram til 2014. FMA er so frekt, at tað skuldsetir DMA fyri av órøttum at hava endurnýggjað míni sjóvinnubrøv. Í 2014 er tað okkara egna sjóvinnustýri, sum endurnýggjar mítt sjóvinnubræv. Tá umleið tvey ár vóru gingin, vaknar FMA úr dvala.

Í ørvitisskapi finna tey útav, at sjóvinnubrævið, sum tey høvdu endurnýggjað, var útskrivað undir manglandi eftirliti, og tey biðja um umbering. Skrivliga tekur UVMR sær av umberingini og góðtekur hana. Avleiðingarnar fyri meg sum umsøkjari er teirra millum ongin trupulleiki at hóma.

Tann reyði tráðurin í langa samskiftinum millum meg og FMA: Varð feilurin gjørdur, tá vinnubrævið bleiv endurnýggjað fleiri ferðir, fyrst av DMA og síðani av FMA? Tá DMA hevur útskrivað nýtt sjóvinnubræv, skal hetta síggjast í ljósinum av, at útbúgvingar og krøv alla tíðina eru undir broytingum. Hugtøk sum “Grandfather Clause”, “merit” og “præcedens” eru ikki ókend fyribrigdi hjá DMA. Danska sjóvinnustýrið hevur óivað brúkt internu vegleiðingina “guidelines on the issue of certificates of competency and certificates of proficiency”, tá míni sjóvinnubrøv uttan avmarking blivu endurnýggjað. Stutt sagt, mítt altjóða kravda radaraprógv frá 1982 við simulatorvenjingum, karakterum í radarplottidiagrammi og mínum lívsroyndum á sjónum, hevur verið nøktandi hjá DMA fyri at endurnýggja míni vinnubrøv - eitt slag av “merit” í fluttari merking.

Undir hesi drúgvu málsviðgerð hevur FMA mist burtur viðkomandi skjøl, sum óneyðugt hevur longt um viðgerðina, og tí hevur FMA broytt niðurstøðu tríggjar ferðir. Tann 30. januar 2017 kundi eg fáa sjóvinnubræv uttan ECDIS. Tann 14. juni 2017 kundi eg fáa sjóvinnubræv uttan bæði ECDIS og ARPA.

Tann 13. desembur 2017 fellur tann endaligi dómurin: onki sjóvinnubræv yvirhøvur. Fyri at rættvísgera ta endaligu niðurstøðuna, manglaði FMA aftur eitt avrit av einum burturvilstum trygdarskeiði. Eitt avrit, sum FMA tók tann 30. januar 2017.

Í skrivi frá 5. desembur 2017 skrivar FMA soleiðis: “sum avtalað kunnu vit útskriva tær sjóvinnubræv sum skipsførari við skipum uttan ARPA og uttan ECDIS, um so er, at tú sendir avrit av skeiðsprógvi tínum í eldsløkking sambært STCW VI/1-2, hetta hóast skeiðsprógvið er útgingið. Einasta orsøkin til, at vit kunnu góðkenna hetta skjal, hóast tað er útgingið, er at umsóknin er so mikið gomul, og at skeiðsprógvið var galdandi, tá ið umsóknin kom inn. Eg vil heita á teg um at senda mær avrit av skeiðspróvnum í hesari vikuni, t.e. áðrenn 11. desember, soleiðis at málið kann verða liðugt avgreitt”, sitat slutt. Í sama skrivi vísir FMA til telefonsamrøðuna, sum vit høvdu dagin fyri, tann 4. desembur, viðvíkjandi skeið í eldsløkking. Tá upplýsti eg fyri FMA, at eg var burturstaddur og var ikki heima aftur fyrr enn eftir hálvan desembur og tí ongan møguleika hevði at senda inn ynskta avrit áðrenn 11. desembur. FMA hevur skrivliga váttað, at teir móttóku avritið av tíðaravmarkaða skeiðspróvnum í eldsløkking tann 18. desembur. Men hvussu í allari víðu verð var FMA tann 5. desembur vitandi um, at nevnda skeiðsprógv var útgingið???

Við mínum avriti av radarasimulatorpróvnum í hondini, setur FMA seg í samband við DMA og spyr, hví teir høvdu útskrivað mær sjóvinnubræv uttan avmarkingar, tá onki skeiðsprógv í ARPA var at vísa til. Stutta svarið frá DMA var “hvis det er en fejl fra vores side, så beklager jeg”. Við diplomatiska svarinum frá DMA, sluppu teir undan fleiri lúrum spurningum.

Nú onki siglingarloyvi bleiv endurnýggjað, var FMA so beinasamt at upplýsa fyri mær, at mønustingurin kundi kærast til landsstýrismannin í UVMR – hetta bleiv eisini gjørt. Sjálvt um FMA tveitti handklæði í ringin í fyrsta umfari, staðfesti UVMR avgerð FMA sum tað rætta. FMA fekk eina átalu fyri langa málsviðgerð, men slíka átalu kann eg sjálvsagt ikki brúka til nakað.

Í einum av grundgevingunum fyri at taka siglingarloyvið frá mær, skrivar FMA soleiðis: “av tí at sjóvinnubræv kærarans er útskrivað umsøkjara tríggjar ferðir av avvarðandi myndugleikum, metir Sjóvinnustýrið, at kærari hevur verið í góðari trúgv, tá ið óavmarkað rættindi sum skipsførari eru givin honum”. FMA metir, at “kærari við síni siglingartíð, eftir at hann hevur fingið óavmarkað sjóvinnubræv sum skipsførari, má metast at hava fingið ávísan kunnleika til nýtslu av ARPA-radaranum, og at hesin førleiki er eitt umráðandi atlit í niðurstøðu Sjóvinnustýrsins. FMA metir tó ikki, at tað er grundarlag fyri at halda, at kærari við siglingartíð sínari hevur fingið neyðugan kunnleika til alt tað, sum verður gjøgnumgingið á einum simulatorskeiði. FMA hevur í hesum sambandi lagt størstan dent á, at kærari ikki kann metast at hava fingið tann førleika, sum fæst við simulatorvenjingum, við at venja simuleraðar vandastøður og at handfara hesar. FMA metir tí, at atlitini, sum tala fyri eini afturtøku av óavmarkaðu rættindunum, viga tyngri enn atlitini, ið tala ímóti’’. Sitat slutt.

FMA og UVMR meta, at eg havi verið í góðari trúgv, tá ið óavmarkað rættindi sum skipsførari vórðu givin mær. Ja, sjálvandi var eg í góðari trúgv, hvat annað skuldi eg verið, tá DMA og FMA vóru garantar fyri mínum sjóvinnubrøvum í meir enn hálva øld? FMA, væl stuðlað av UVMR, skuldu havt annað at gjørt enn at grava áratíggju aftur í tíðina og fullkomiliga grundarleyst klóra uppi á rygginum á einum uppilagstum  navigatøri, sum farin er um tey hálvfjerðs árini.

Allar metingar hjá FMA er veruleikafjarðar og bera brá av manglandi førleika ella lívsvísdómi til støðutakan. Viðkomandi yvirmenn á brúnni á FMA hava neyvan langar lívsroyndir í sigling.

Sum omanfyri nevnt hevur FMA lagt størsta dentin á, at tey meta, at eg ikki havi fingið tann førleika, sum fæst við simulatorvenjingum, við at venja simuleraðar vandastøður og at handfara hesar. Í mínum radaraprógvi stendur við stórum bókstavum, at tað er eitt RADARASIMULATORSKEIÐ, og við tí eri eg skúlaður í simulatorvenjingum, havi vant simuleraðar vandastøður og eri undirvístur í ástøði. Fyri meg er tað ringt at skilja, hví FMA kveistrar burtur hesa sannroynd, og hví UVMR svølgir alt, sum kemur frá FMA, meir ella minni rátt.

Lat meg gera tað púra greitt, at eg, við hægstu nautisku útbúgving og royndum í sigling sum navigatørur í meira enn 50 ár, kann siga, at tað er munur á at standa turrskøddur í einari skúlastovu og at sigla eftir forritaðum vandastøðum við ongari ábyrgd. Annað er at hava ábyrgd av manning og skipi, tá til dømis siglt verður ígjøgnum Doverstrætið á myrkari nátt í kjaftsvartari toku, tá upp til trýss ekko flyta seg á radaraskugganum innan tríggjar sjómíl. Eg havi roynt bæði, og eg kenni kensluna av álvara á eini brúgv og at agera sigling í einari skúlastovu.

UVMR hevur upplýst fyri mær, at tað er FMA, sum endurnýggjar sjóvinnubrøv, og at tað tí er ábyrgdin hjá stovninum, tá sjóvinnubrøv verða givin, og at umsøkjarar hava ábyrgd av at lata inn upplýsingar, tá FMA gerst varugt við feilir. Sjálvboðið setir FMA mítt lógliga, altjóða radaraprógv úr gildi og skrivliga váttar, at bæði DMA og tey sjálvi hava gjørt feilir fleiri ferðir, tá míni vinnubrøv vórðu endurnýggjað. Sum ein sirkussnillingur vendir FMA byrsumúlan ímóti mær, og fyri teirra vantandi eftirlit er ábyrgdin mín.

Straffin er hørð: onki siglingarloyvi av nøkrum slag. Uttan at seta ein spurning, nikkar UVMR játtandi til niðurstøðuna hjá FMA.

Simuleraðar støður í sigling eru sera góðar at byggja á, tá yrkisroyndir vanta, og eru tær tí partur av skúlagongdini. Hesar simuleringar standa tó fullkomiliga í skugganum av veruligari sigling. Við kunnleika til eitt stutt simuleringskeið á skúlabonki, mótvegis yrkisroyndum í hálva øld, har av áratíggju við ARPA-radarum, leggur FMA meg undir at hava manglandi førleika og/ella innlit á einari brúgv. Ein grov ákæra við ongari grundgeving og mótsigandi orðingum.

FMA upplýsti fyri UVMR, at eg havi skjalprógvað 1315 dagar siglingstíð við skipum, sum hava ARPA-radara. Tað er átaluvert, tá ein almennur stovnur leggur mær orð í munnin, sum eru villleiðandi. FMA er vitandi um, at eg bara við Smyrli sigldi í tíggju ár, og at Smyril hevur ARPA-radarar. Og tað er ikki minni hugstoytt, at UVMR endurtekur hesi ósannindi uttan at nevna mínar viðmerkingar til nevndu dagar.

FMA hevur sannført UVMR um, at sjóvinnubrøvini, sum eru útskrivað eftir 31. januar 2002, tað vil siga míni sjóvinnubrøv, eru útskrivað av órøttum. Tá ein so stórur fyrisitingarligur feilur er gjørdur, hevði tað so ikki verið meira virðiligt av UVMR at kannað og staðfest, hvør ið hevur ábyrgdina av manglandi eftirlitinum í staðin fyri at endurtaka næstan alt, sum FMA skrivar, óatfinningarsamt?

Fyri at fylgja altjóða krøvum, sendi mítt danska reiðarí meg á radarasimulatorskeið í 1982. Um radararnir á Vinnuháskúlanum tá vóru uttan sjálvvirkandi plottisystem, hevur so Vinnuháskúlin hildið skeið í radara, sum ikki var sambært altjóða krøvum í 1982? Eg havi spurt, men onki svar er komið frá FMA, og ongin viðmerking er komin frá UVMR.

Ein altjóða sáttmáli hjá IMO varð samtyktur í juni 2010, um at ECDIS skuldi vera obligatoriskt frá 1. januar 2012. Hóast tað, útskrivar FMA mær, fyri at brúka teirra egnu orð, av órøttum nýtt, óavmarkað vinnubræv í 2014. FMA hevur nú fleiri ferðir greitt frá, at tað hevur verið krav um skeiðsprógv í ARPA-simulatori frá 2002. Hóast tað, útskrivar FMA mær nýtt vinnubræv 21. februar 2014, men tá manglaði eg, sambært FMA, bæði skeið í ARPA og ECDIS. Um eftirlitsskyldurnar vóru hildnar, og FMA tann 21. februar 2014 upplýsti fyri reiðarínum, at eg manglaði bæði skeið í ARPA og ECDIS, so varð eg av okkara almenna reiðaríi sendur á skúlabonk – og fyri teirra rokning.

ARPA er ein sjálvvirkandi partur av radaranum. Stutt sagt; ongin radari, onki ARPA. Við at keglast um, hvat navn er tað rætta, ARPA-simulator ella RADARA-simulator, og hurlivasanum við manglandi / burturblivnum skjølum og teldubrøvum, hevur FMA víst klombrutan atburð.

Endurnýggjan av mínum sjóvinnubrævi varð í 2014 gjørt av FMA við støði í sjóvinnubrævi, sum DMA fleiri ferðir endurnýggjaði uttan avmarkingar, skrivar UVMR. Hví ábyrgdar UVMR ikki FMA fyri manglandi eftirlit, sum er grundstuðulin undir trygd á sjónum og ein partur av teirra arbeiði? At leggja skuldina á DMA er ov einfalt, og í sakloysi verði eg á skelkandi hátt straffaður við, at øll siglingarloyvi verða tikin frá mær.

Nú er tíðin farin frá mær, tíðarkravd prógv eru útgingin, og kravda siglingartíðin innan fimm ár er eisini runnin. Sum siglingarlærdur maður, er hetta fyrstu ferð í 55 ár, at mær vantar siglingstíð, og í hesum tíðarskeiði eigi eg ikki ein løntan arbeiðstíma uppi á landi. Áðrenn eg fór undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum í desembur í fjør, mátti eg ásanna, at FMA, vælsignað av UVMR, hevði tikið øll siglingarloyvi frá mær. Upplýsti eg mítt kontunummar fyri FMA, so kundi eg fáa pengarnar aftur, sum vórðu goldnir fyri endurnýggjan av sjóvinnubrævinum. Eg varð eisini lokkaður av FMA at fara til eina læknakanning, sum kostaði mær 700,- krónur, men tær krónurnar kundi eg ikki fáa endurgjald fyri.

Mítt radioprógv, eitt GMDSS, sum fór úr gildi 21. februar 2019, bleiv heldur ikki endurnýggjað. Hvørjar grundirnar vóru fyri tí, veit eg ikki. Hetta tríati ára gamla radioprógv hevur fylgt sjóvinnubrævinum og er eisini blivið endurnýggjað hvørt fimta ár, fyrst av DMA og síðani í 2014 av FMA. Kanska hevur prógvið fingið somu lagnu, sum tey burturvilstu trygdaravritini. Annars eigi eg eitt uppaftur eldri radioprógv, eitt “begrænset certifikat som radiotelefonist”, dagfest í København 23. apríl 1964, undirskrivað av Generaldirektoratet for post- og telegrafvæsenet. Guð viti, um hetta gjarvaksna prógv kann brúkast til nakað.

Til stuttleika kann eg nevna, at eg fekk útskrivað eitt undantaksloyvi frá Føroya Landsstýrið tann 9. juli 1964. Tá var eg tannáringur, har eg fekk loyvi at mynstra sum bestimaður, tí at eg onki starvsbræv átti men “bara” skiparaprógv frá skúlaárinum 1963 og 1964 og haraftrat 3-ára siglingstíð. Undantaksloyvið varð givið fyri restina av árinum 1964.

Í dag, aftan á meir enn hálva øld innan somu starvsgrein á sjónum, eru øll loyvi tikin frá mær. Eg eri vigaður og funnin ov lættur sambært málsviðgerðini hjá FMA, sum bæði er sjálvmótsigandi og óreiðilig. Kortini, uttan himpr, blástemplar UVMR niðurstøðu Sjóvinnustýrsins.

Páll B. Weihe

 

 

( kelda Facebook ) 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi