Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Brandur Sandoy: Løgmaður og eldraøkið

Innanlands, Lesarabrøv | 13/04-2019 08:11

Vil Løgmaður eldraøkinum og kommunum tað væl, kundi hann eitt nú byrjað við at latið kommunum alt MVG-ið aftur, sum jú eisini dýrkar økið í mun til tá landið hevði økið.

Løgmaður var herfyri frammi við meining um, at hann hevði ætlan um at broyta fíggingarleistin fyri eldraøkið, tí at eftir hansara tykki varð fíggingin ikki nóg væl frágingin tá man í 2014 valdi at leggja økið út til kommunurnar frá 01. januar 2015.

Fíggingin av eldraøkinum er í dag samansett av forskattingini av pensiónum, og so ein kompensation fyri serskattaskipanir, DIS, FAS, uttanlandafrádrátt og sjómannaskatt.

Støðan fyri 2015 varð tann, at landið hevði verið djupt niðri í kommunukassunum runt landið, og gjørt serskattaskipanir yvir høvdinum á kommununum, sum høvdu við sær at kommunurnar mistu 100- tals milliónir á hvørjum ári. 

Hetta rakti ójavnt kring landið, og vit í Sandoynni gjørdu harðliga vart við, at hetta rakti kommunurnar í Sandoynni serliga meint, tí at so stórur partur at fólkinum í økinum vóru undir hesum serskattaskipanum. 

Av tí sama bar snøgt sagt ikki til at leggja útreiðslutunga eldraøkið út til eitt so lítið og hart rakt øki sum Sandoynna, um man ikki samstundis kompenseraði kommunurnar í økinum, so tær komu upp á eitt støði, sum nærum líktist øðrum økjum í inntøkum. 

Tíbetur varð lurtað eftir okkum, og leggjast skal enn einaferð dentur á, at hendan kompensatión framvegis er fortreytin fyri at kommunurnar í Sandoynni megna at reka eldraøkið forsvarliga.

Hvat er so hent síðani 2015, sum gerð at kommunur eru vorðnar so harðmæltar sum tær eru viðvíkjandi eldraøkinum?
Jú, tað sum hent er, er at landsins myndugleikar hava telgt burtur av inntøkugrundarlagnum ið givið varð kommununum at passa eldraøkið fyri. Eitt nú hevur landið útsett 1% hækkanina í eftirlønarinngjaldi eitt ár, og somuleiðis hevur landið lækkað kravda prosentið úr 15%,  niður í 12%.
Afturat hesum hevur landið lóggivið soleiðis, at kommunurnar skuldu gjalda fyri jólagávuna frá landinum til fyritíðarpensionistarnar á 1000 kr meiri um mánaðan.

Bara av hesum mistu kommunurnar 30 mió kr, meðan landið skoraði 10 mió kr í meirinntøku. Og hvønn gekk hetta ringast útyvir, jú tey veiku økini í landinum, sum frammanundan hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, Sandoynna og Suðuroynna.

Harafturat hevur Fíggjarmálaráðið gingið á odda at hækka lønirnar á eldraøkið heilt óansvarliga nógv, sum hevur við sær at telgt verður uppaftur meiri av súluni sum ber eldraøkinum uppi.

Sjálvur varð eg við til at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita, eg metti tað varð rætt tá, og eg meti framvegis at tað varð ein røtta avgerð. 

Hyggja vit eftir hvat er hent við tænastuni ið veitt verður, so er hon munandi batnað síðani kommunurnar yvirtóku økið, og við undantaki av nøkrum fáum lokaløkjum, er friður um økið, nakað sum ikki varð kent áðrenn 2015.

Tað sum mest at øllum loypur fjáltur á kommunur ið umsita økið, eru inntrivini ið verða gjørd frá landsins síðu í fíggingina av eldraøkinum, og tað at kommunur ongantíð kunnu hava álit á, at man ikki á hvørjum ári pilkar við grundarlagið undir útleggingini. Hetta kundi Løgmaður passandi tikið hond um at bøtt.

Óansæð hvat gjørt verður, mugu vit ongantíð sum kommunur góðtaka, at kompensatiónin fyri serskattaskipanirnar verður tikin frá okkum aftur. Framvegis fáa kommunurnar ikki fulla kompensation fyri hesar skipanir, og tað má verða eitt krav um landið hugsar um at broyta fíggingarleistin, at vit fáa fulla kompensation fyri órættvísið ið er kommunum fyri av hesum serskipanum.

Vil Løgmaður eldraøkinum og kommunum tað væl, kundi hann eitt nú byrjað við at latið kommunum alt MVG-ið aftur, sum jú eisini dýrkar økið í mun til tá landið hevði økið. Tað hevði munað væl, og bøtt um tænastuna, sum jú má verða tað primera málið við at broyta skipanir, hetta at vit betra um tænastuna til borgaran.


Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi og formaður fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi