Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Oluffa og Niels Andreasen (uppt 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
EvR
Á Torginum 30. juni 2020 - Sálmar og sangir
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
EvR
Á Torginum 23. juni 2020 - Samrøða við Hans Joensen (uppt 2012)
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Lýsing
Lýsing

Fróðskaparsetrið má raðfesta kvalitet fram um kvantitet - droppið nationalromantikk

Innanlands, Lesarabrøv | 13/04-2019 11:30

So nógvar útbúgvingar sum gjørligt! So nógv lesandi sum gjørligt! Hetta tykist tíverri at hava verið leisturin seinastu mongu árini á Fróðskaparsetri Føroya.

Málið má verða eitt føroyskt Fróðskaparsetur, har satsað verður upp á kvalitet heldur enn kvantitet. Eitt Setur, ið lýkur altjóða útbúgvingarlig krøv, og sum kann bjóða føroyskum ungdómi útbúgvingar í heimsflokki – ikki nationalromantiskt møsn!

Hóast hetta blívur Setrið við at seta nýggjar útbúgvingar í gongd - sum tað sær út uttan at tryggja neyðugu fakligu førleikarnar og uttan nakað stórvegis fakligt eftirlit. Sleppur óskilið at halda áfram, hava vit ikki eitt universitet longur, men okkurt slag av einum víðkaðum háskúla. Ja, Setrið ræður sær sjálvum, men politiska skipanin má tora at seta Setrinum krøv.

 

Einki akademiskt ráð

Tíverri er Setrið nokk tað einasta universitetið í øllum Evropa, sum onki akademiskt ráð hevur. Hetta er vanliga partur av innanhýsis góðskuskipanini hjá einum universiteti og innaneftirlitinum hjá stovninum. Eitt ráð, sum skal viðgera fakligar spurningar. Tí ber til av røttum at spyrja, eftir hvørjum reglum og fyriskipanum vísindalig starvsfólk verða sett á Setrinum? Tað er eisini ivasamt, um t.d. adjunktar á Setrinum fylgja somu fyriskipanum sum aðrastaðni, t.e. fáa adjunkt-pedagogikum og hava adjunkt-vegleiðing? Hvør tryggjar, at góðkenning av Ph.d.-prógvum verða latin eftir nøktandi fyriskipanum? Hvar eru reglarnar og fyriskipanirnar fyri hesum?

 

Lurtið eftir uttanhýsis serfrøðini

Tí er eitt stórt stig rætta vegin at fylgja uttanhýsis serfrøðingabólkinum og satsa upp á nissju-útbúgvingar. Uttanhýsis eftirmetingin er ikki bara nakað tilvildarligt fjant og fjas. Tað er ein lógarásett eftirmeting sambært seturslógini og partur av føroysku akkrediteringarskipanini, ið skal tryggja, at útbúgvingar á Setrinum lúka altjóða krøv. Men onkursvegna er mann ov stoltur til at síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at mann er eitt evarska lítið og fjarskotið land við einum lítlum Setri og sera avmarkaðum akademiskum umhvørvi og stórt sæð ongari gransking á flestu økjum. Tí eigur mann at hyggja inneftir og spyrja seg sjálvan, hvat er realistiskt at bjóða út av útbúgvingum, so okkara ungdómur kann fáa eina hægri útbúgving í Føroyum, sum er í heimsflokki, sum áhugi er fyri, og sum føroyski arbeiðsmarknaðurin eftirspyr - heldur enn at útbúgva fólk til akademiskt arbeiðsloysi.

 

Setrið eftirbátur í Bologna  ?

Mær vitandi hevur tað í nærum 30 ár í Evropa verið arbeitt við at gera felags góðskuskipanir fyri hægri útbúgvingar. Hetta byrjaði við sonevndu Bologna-tilgongdini í 1999, og síðani er samstarvið víðkað munandi. Í dag fevnir hetta samstarvið um 40 evropeisk lond.

Í Íslandi hevur verið arbeitt við hesum í 8 ár, og mett verður, at tað tekur tvey ár afturat, áðrenn tað arbeiðið er liðugt. Hóast Setrið byrjaði Bologna-arbeiðið fyri fleiri árum síðani, steðgaði hetta upp, og onki er hent síðani. Hetta merkir, at Setrið allarhelst má byrja av nýggjum og er eftirbátur, so tað forslær. Í ringasta føri fær Setrið ikki loyvi at verða partur av hesum skipanum um nøkur ár. Tey flestu yppa bara øksl og blíva smásár, um Setrið verður kritiserað. Setrið má tola kritikk! Tað er ikki nøkur heilag kúgv í okkara samfelag, men ein útbúgvingarstovnur, sum á fíggjarlógini kostar føroyska skattgjaldaranum áleið 100 mió. kr. um árið, og sum vit mugu kunna seta krøv til!

Løgtingsfólk eiga at geva hesum gætur og fáa meira vitan um viðurskiftini sum heild.

 

Ravnurin hjá Nólsoyar Pálli fór á flog við loysingar-høvdinganum

Men “cool facts” verða í dag í lesarabrævi frá danskt skúlaða tjóðveldis-høvdinganum skýrd at vera dømi um sambands-afturhald. Ein maður, sum sjálvur hevur slitið sínar útbúgvingarskógvar á Roskilde Universitets Center og notið gott av sínum ríkisborgararættindum til SU og aðrar danskar veitingar. Men hatta er tað vanliga niðurlagið. Tá ið veruleikin kemur sendandi í høvdið við 200 kilometurs ferð, er nemmari at gera sær egnar hugleiðingar um, hvussu sambandsfólk vóru fyrr í tíðini. Mann vil einfalt ikki fyrihalda seg til veruleikan, og tá er nemmari at gera alt til ein spurning um politikk.

Fyri partar av fullveldisvonginum er tað líkamikið, um ungdómurin fær nøktandi útbúgving. Líkamikið, um t.d. føroyska útbúgvingin í løgfrøði ikki lýkur Bologna-krøv, ella um føroyskt skúlaðir løgfrøðingar sleppa at virka í rættarskipanini eftir loknan lestur. Bara tað er føroyskt, og tað væl etableraða danska verður koyrt út, so er gott!

Sum kuriosum kann nevnast, at tað ikki er Setrinum at takka, at Føroyar eru millum tey mest vælútbúnu fólkini í heiminum - think about that!

Eg beri tí stóran ótta fyri, at veruliga endamálið við Setrinum er kanska heldur meira fullveldispolitiskt enn fakligt, nú ravnurin hjá Nólsoyar Pálli aftur er farin avstað við Høgna í morgun og hann hóast ongantó so langt frá loysingini sum nú, fantaserar um hvat hann skal útinnað i komandi valskeiðið.

 

Johan Dahl


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Myndarøð: Tá Hvalbiar­tunnlin var skotin ígjøgnum
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 28 )
MYNDARØÐ: Væl eydna fiski­kapping á Eiðisvatni
Myndarøð: Stórt grót í innsigling­ini í Skopun
Tekur lands­stýrið ikki Jenis av Rana í álvara? 
”Tað gongur nokk….”
Bakkafrost er sætti-størsta alifyritøkan í heiminum
Fegnir sjómenn
Hans Joensen selt klædnahandlin
Ólavsøkan enn einaferð
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Jógvan Ingvard Olsen 90 ár í dag
SandFrakt og summarlega í Suður­grønlandi
Landsverk vitjaði í Hvalvík
Svimji­høllin í Runavík nærkast
Á Torginum 7. juli 2020 - Oluffa og Niels Andreasen (uppt 2014)
Samrøða: Ólavur Gregersen, Ocean Rainforest, um at ala tara í Funningsfirði
Jenis av Rana klipti snórin
Samrøða: Heðin Jákupsson um nýggjan føroyska rættstavara
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Oluffa og Niels Andreasen (uppt 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Kristiligar Tíðindasendingar
ZACHARIAS HAMMER  - úrmælingur farin!
Kristiligar Tíðindasendingar
SANDFRAKT OG SUMMARLEGA  Í SUÐUR­GRØNL­ANDI - primitivar umstøður
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
EvR
Á Torginum 30. juni 2020 - Sálmar og sangir
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
EvR
Á Torginum 23. juni 2020 - Samrøða við Hans Joensen (uppt 2012)
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nýggjastu tíðindi