Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fróðskaparsetrið er ikki eitt danskt universitet

Lesarabrøv | 17/04-2019 18:29

Tað eru ikki landsstýriskvinnan og Fróðskaparsetrið, sum hava myndugleikan at tulka rættargangslógina.

Fyri eini tíð síðani setti eg Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, ein einfaldan fyrispurning um nýggju útbúgvingina í lóg, sum Fróðskaparsetrið nú bjóðar út. Eg spurdi, um landsstýriskvinnan kundi vátta, at tey sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum, eftir lokna útbúgving kunnu fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í okkara rættarskipan á jøvnum føti við tey, sum taka útbúgvingina í Danmark? Eisini spurdi eg, um tey sum taka embætisprógv í lóg á Fróðskaparsetrinum fáa rætt at virka sum advokatur, ákæri ella dómari í øðrum pørtum av danska ríkinum?

Í gjár svaraði landsstýriskvinna spurninginum. Hon sigur í svarinum, at Fróðskaparsetrið metir, at tá rættargangslógin sigur, at tey sum skulu vera advokatur, ákari ella dómari skulu hava danskt embætisprógv í løgfrøði, so kann “danskt” og “Danmark” bæði merkja Danmark og danska ríkið.

Hetta er eitt løgið svar.

Fyri tað fyrsta seta Fróðskaparsetrið og landsstýriskvinnan spurnartekin við, um Fróðskaparsetrið er at meta sum eitt danskt universitet. Harafturat er tað løgið, at Fróðskaparsetrið og landsstýriskvinan í skúlamálum sjálvi hava tikið sær frælsi at tulka donsku rættargangslógina.

Soleiðis sum málið er upplýst, er bert ein tulking galdandi, og tað er tulkingin hjá danska Løgmálaráðnum, ið varðar av rættargangslógini. So kunnu onnur vera samd ella ósamd við tí tulkingini, men hon er altso tann galdandi tulkingin.

Tað er rætt, sum landsstýriskvinnan í skúlamálum og rektarin á Setrinum áhaldandi hava víst á, at Føroyar hava yvirtikið skúlamál, og tí kann Setrið uttan um danskar myndugleikar seta útbúgvingar á stovn. Men rættargangurin er framvegis ikki yvirtikin, og í rættargangslógini stendur, at tú skalt hava staðið danska juridiska bachelor og kandidatútbúgving í løgfrøði, fyri at kunna blíva advokatur og virka í rættarskipanini.

Men nú vilja landsstýriskvinnan og útbúgvingarleiðarin fyri løgfrøði á Setrinum vera við, at orðið “danskt” í rættargangslógini ikki er eitt púra greitt hugtak. Útbúgvingarleiðarin vil vera við í aftursvari til Christian Andreassen, advokat, at orðið “danskt” kann “referera til alt ríkið, og danskt kann eisini referera til partin av ríkinum, sum ikki fevnir um Grønland og Føroyar”. So um vit taka hesi orðini fyri fult, so skuldi Fróðskaparsetrið onkursvegna verið eitt danskt universitet, hóast skúlamál fyri langari tíð síðani eru yvirtikin. Tey allarflestu mugu vita, at so er ikki.

Vit seta okkara egnu krøv til útbúgvingar. Vit gera okkara egnu útbúgvingarlógir, -kunngerðir og –námsskipanir o.s.fr. Júst tí giti eg, at kravið til “danska” útbúgving í rættargangslógini ikki uttan víðari fevnir um føroyskar útbúgvingar í løgfrøði.

Vit vita, at har vit yvirtaka, kunnu vit hava øðrvísi lóggávu enn Danmark hevur, og rættargangslógin í Føroyum hevur eisini í nógv ár verið ein onnur enn tann danska, hóast tær líkjast nógv. Tað giti eg eisini er ein av orsøkunum til, at danska Løgmálaráðið vil hava váttan frá donsku útbúgvingar- og granskingarmyndugleikunum fyri, at ein útbúgving í løgfrøði frá føroyska universitetinum lýkur øll krøv til donsk universitet, ið bjóða út útbúgving í løgfrøði. Ikki fyrr enn tá verður rættargangslógin møguliga broytt til eisini at fevna um føroyskar útbúgvingar.

Helgi Abrahamsen


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi