Kjak um mentan í Runavíkar kommunu
Tiltak í sambandi við mentanarvikuna í kommununi.
Mentanarvika er í Runavíkar kommunu hesa vikuna, og millum nógvu forvitnisligu tiltøkini verður í annaðkvøld skipað fyri kjaki um mentan í Runavíkar kommunu.
Kvøldið er skipað við hugleiðingum og pallborði. Urd Johannesen, sum fyri nøkrum árum síðani orðaði eitt álit um mentanarpolitikk fyri Runavíkar kommunu, leggur høvuðstættir úr álitinum fram, og Jan Berg Jørgensen og Óli Poulsen fara at umrøða ávikavist films- og tónleikaframleiðslu.
“Harumframt verður pallborð við politikarum og vitugum fólkum úr mentanarumhvørvinum, m.a. Una Leitisstein Hansen, Hans Jacob Kollslíð, Sigrun Jónsveinsdóttir og Símun Jóanesarson Hansen,” skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu.
Sveinur Tróndarson fer at stýra kjakinum, og tiltakið verður í Løkshøll mikukvøldið klokkan 19.
Skráin fyri mentanarvikuna er at síggja á heimasíðuni visitrunavik.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur