Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Havstovan fer undir at kanna fiskayngul

Innanlands, Vísind | 01/05-2019 13:40

Talan er um eina nýggja verkætlan, sum Granskingarráðið fíggjar.

Ein nýggj verkætlan um fiskayngul á Landgrunninum fer í gongd á Havstovuni í næstum. Tað sigur Havstovan á síni heimasíðu í dag.

Endamálið er at kanna livilíkindini hjá toska-, hýsu-, hvítingsbróðri- og nebbasildayngli frá apríl, tá larvurnar júst eru klaktar til endan á juni, beint áðrenn toskur og hýsa taka botn.

Ein treyt fyri góðari tilgongd til fiskastovnarnar er, at nógv av ynglinum yvirlivir. Havstovan hevur síðani 1983 gjørt yngulkanningar í seinnu helvt av juni, og hesar kanningar vísa stórar broytingar millum árini bæði í stødd og nøgd.

Føðin er avgerandi

“Bæði toskur og hýsa gýta inni á Landgrunninum um várið, og bæði sløgini gýta fleiri ferðir í einar 2-3 mánaðar. Toskur gýtir eini 500 túsund – 5 mió. egg og hýsan 100 túsund til 1 mió. egg, alt eftir støddini á kvennfiskinum,” sigur Havstovan.

Eggini flotna eftir gýting, og spjaðast við sjóvarfalsstreyminum um Landgrunnin. Klekingin fer fram uml. 2 vikur eftir gýting. Fyrstu 3 mánaðirnar livir ynglið uppi sjónum á innara Landgrunninum, har tað einamest etur djóraæti.

Nýliga er staðfest, at broytingarnar frá ári til ár koma av, at yngulin veksur betri summi ár enn onnur, umframt at tað summi ár doyr lutfalsliga nógv burturav.

Havstovan sigur, at kanningar av føðini hjá toskayngli benda á, at tað er føðimangul, sum elvir til broytingarnar. Enn er tó ógreitt, júst hvør føði hevur størstan týdning fyri yngli og tískil eisini hvar fløskuhálsurin er.

Leita eftir svarinum

Fyri at fáa greiðu á hesum, fer Havstovan við Magnusi Heinasyni at savna inn yngul á Landgrunninum fleiri ferðir frá apríl til juni í ár. Ætlanin er at kanna tal, longd, aldur og magainnihald hjá ynglinum umframt at gera kanningar av føðiviðurskiftunum og umhvørvinum.

“Á hendan hátt ber til at lýsa, nær ein møguligur fløskuhálsur uppstendur og hvør orsøkin er,” sigur Havstovan.

Granskingarráðið fíggjar verkætlanina.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi