Glasir skal hava enn fleiri pengar
Kristina Háfoss skjýtur upp at játta 9,5 mió. krónur afturat.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur í dag lagt uppskot fyri løgtingið um at veita eina eykajáttan til at gera bygningin Glasir lidnan.
Biðið verður um 9,5 mió. krónur, sum verða tiknar av øðrum játtanum, og tí vaksa samlaðu útreiðslurnar á fíggjarlógini ikki. Tær íløgujáttanirnar sum missa játtan, verða fluttar til seinni ár, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. Hesar íløgur eru: Barnaheimið (sum missur 8 mió. krónur), Sjóvinnustýrið (sum missir 1 mió. krónur) og Tjóðleikahúsið, (sum missir hálva millión).
Tær 9,5 mió. krónurnar sum skotið verður upp at játta til Glasir koma afturat teimum 14,4 milliónunum, sum longu eru játtaðar á fíggjarlógini. Sostatt er ætlanin at brúka 23,9 mió. krónur til byggingina av Glasi í ár.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur