Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Í morgin verður rørslufagnaður kring landið

Heilsa, Innanlands | 02/05-2019 17:00

Rørslufagnaðurin er eitt ABC tiltak, ið leggur dent á boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Hetta eru boðskapir, ið vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna. Endamálið við Rørslufagnaðinum er at fáa ein breiðan skara av fólki at røra seg saman við øðrum á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, og skapa ein fagnaðardag fyri ymisk ættarlið. Luttakarar heilt frá pinkubørnum í barnavogni til búfólk á ellisheimum kunnu luttaka. Tað skrivar Fòlkaheilsuráðið á heimasíðu síni.

Tað var 1. mai 2018, at tiltakið Rørslufagnaður fór av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Tað var eitt væleydnað og rørandi tiltak, har umleið 3.000 fólk savnaðust á Vaglinum í Havn. Tiltakið var somikið væl móttikið at Fólkaheilsuráðið avgjørdi at geva øðrum kommunum, ið eru partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, møguleika fyri at skipa fyri sama tiltaki í sínum nærumhvørvi í ár. Hetta hevur ført við sær at bæði Vágs kommuna, Tórshavnar kommuna og Sunda kommuna fara at skipa fyri Rørslufagnaðinum í ár.

Rørslufagnaðurin byrjar við einari litfagrari gongu, har tú kanst luttaka akkurát, sum tú ert; til gongu, við stavi ella høkjum, rullistóli o.s.fr. og kanst venda við, sum tað passar tær. Teinurin verður styttri í ár enn í fjør, tí endamálið er ikki at ganga so langt, men at savna ymisk fólk til eina hugnaliga løtu við rørslu. Aftaná kunnu luttakarar fáa ókeypis frukt og vatn, og møguleiki er at royna alskyns virksemi, ið er ymiskt alt eftir, hvør kommuna skipar fyri.

Heitt verður á fólk um at lata seg í okkurt litfagurt og hava egnan kopp við, tí vit miða eftir at brúka so lítið av burturkasti sum gjørligt.

Vágs-, Sunda- og Tvøroyrar kommuna skulu royna seg við Rørslufagnaðinum fyri fyrstu ferð í ár og Tórshavnar kommuna fer í ár í enn størri mun at seta sín dám á tiltakið. Tiltakið verður tillagað ymsu umhvørvinum.

Vágs kommuna skipar fyri fyrsta Rørslufagnaðinum í 2019. Rørslufagnaðurin verður 3. mai 2019 í sambandi við mentanarvikuna í Vági. Tiltakið byrjar við Vágs Skúla kl. 11.00.

Tórshavnar kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 24. mai 2019. Tiltakið byrjar á parkeringsplássinum við Badmintonhøllina kl.10.00.

Sunda kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 29. mai 2019. Tiltakið byrjar kl.10.00 á ítróttarøkinum við Margáir.

Vit ynskja øllum ein góðan Rørslufagnað og vilja heita á fólk um at taka onkran við, sum tit halda høvdu fingið gleði av at luttikið á Rørslufagnaðinum.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi