Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Siloakórið á Skotlandsferð - framførdu til gott ummælið

Kristiligar Tíðindasendingar | 01/05-2019 19:43

Í døgunum 12.-15. apríl var Siloakórið úr Fuglafirði á sangferð í Skotlandi. Flogið varð til Edinburgh, og síðani fór kórið við bussi til Glasgow, har tey búðu hetta vikuskiftið.

Tríggjar sangframførslur vóru á ferðini. Leygarkvøldið sang kórið í Adelaide Place Baptist Church í Glasgow. Sunnudagin – pálmasunnudag – sang kórið um morgunin í Bothwell Evangelical Church og um kvøldið í Ebenezer Evangelical Church í Motherwell.

Við í ferðini vóru umleið 30 sangarar. Fleiri ymiskar solorøddir vóru eisini at hoyra í fleiri av sangunum. Eisini spældi eitt væl ljómandi orkestur til sangirnar. Eyðun á Lakjuni var sangstjóri.

Føroyingurin, Tórður Jóansson, sum býr í Glasgow, hevði eina drúgva grein á Vágaportalinum um sangkvøldið leygarkvøldið í Glasgow. Hann skrivaði m.a. soleiðis:

”Fyrsti sangurin var ”Come let us sing”, sum var frálík byrjan við eggjandi innihaldi og mergjaðum rútmum ... Sera hóskandi at byrja slíka konsert við at fagna songi og Gudi, tí hesi eru boðskapurin hjá einum kóri sum Siloakórinum; og gleðin at syngja og leika tónleik kendist skilliga á teimum, ið sungu og leikaðu. Hetta huglagið rein eisini dyggiliga við áhoyrarnar, tí kórið, undir kønu og neyvu leiðslu Eyðuns á Lakjuni, sum hevur góða útbúgving og drúgvar royndir innan tónleik, stendur einki aftan fyri tílík kór aðrastaðni. Eyðun á Lakjuni stjórnaði bæði kórinum og tónleikabólkinum við hegni, neyvleika og áræði. Alt í alt ein sera væl fyrireikað og útinnt framførsla av kravmiklum nýtíðartónleiki. Og væl man hava verið vant og stílað fyri, tí eingin trupulleiki var at skilja einstøku orðini og hoyra stakljóðini í sanginum; hetta kann vera ein tvørleiki, ikki minst tá ið sungið verður á øðrum máli enn sangaranna egna. Men hetta eydnaðist stak væl hjá hesum kórinum.”

Tórður Jóansson endaði grein sína soleiðis:
”Stuttligt er at hugsa um, at nýtíðarligur sangur kom til Føroya við skotanum Williami Gibson Sloan longu í seinnu helvt 19. aldar; og ikki minst løgini hugtóku føroyingar tá á døgum, tá ið Sloan sang

við nýggjum og hugfarsligum løgum á útimøtum sínum í 1860- og '70árunum. - Tí tykist rímiligt, at føroysk brøðrakór leita til heimland Sloans nú 150 ár seinni við sangi og tónleiki frá okkara tíð.”

Frá kórinum frættist annars, at tey vóru sera væl nøgd við sangferðina – og fyri blíðskapin, tey nutu frá skotum.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul johan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi