Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Marokko, Trans World Radio og Evangeliska Røddin - fruktagott samstarv

Kristiligar Tíðindasendingar | 01/05-2019 19:44
Mynd tikin frá Gibraltar klettinum mikudagin 24. apríl 2019. Marokko og Tanger síggjast í bakgrundini.

Kristiliga tíðindasendingin vitjaði í Gibraltar eftir páskir, tí ynski var at síggja yvir Gibraltarsundið og yvir á Norðurafrikanska landið Marokko, har havnabýurin Tanger liggur. Tað var nevniliga frá hesum býi, ið TRANS WORLD RADIO (TWR) hevði sína allarfyrstu radiosending.

Tað var við serligum kenslum at standa ovarliga á Gibraltar-klettinum (The Gibraltar Rock) og síggja  Marokko hinumegin Gibraltarstræti og umráðið har býurin Tanger liggur.

Paul Freed, sum ikki longur er millum okkara, grundleggjarin av Trans World Radio (TWR), hevði fingið lagt á hjarta í 1952 at náa spanska fólki við evangeliinum, sum undir diktatorinum General Franko ikki hevði trúarfrælsið, tí undir hansara einaveldi var ikki loyvið at boða evangeliið í Spania.

PRIMITIVUR TRANSMITTARI: Paul Freed hevði fingið hendur á einum primitivum transmittara (radiosendara) hjá herinum, sum hann fekk rigga til, og Longu í 1954 kundi Paul Freed, frá havnabýnum Tanger í Marokko, boðað evangeliið við primitiva radiosendara sínum yvir um Gibraltarsundið og inn til tað Spanska meginlandi soleiðis, at spanska fólkið á fyrsta sinni kundi hoyra evangeliið í radiotólunum í egnum stovum.

Trylvandi byrjanin í Tanger varð byrjanin til TRANS WORLD RADIO (TWR), sum í dag er heimsins størsti kristiligi loftmiðil. Longu tvey ár seinni í 1956 hevði arbeiðið ment seg so mikið, at tá sendi støðin kristiligt kringvarp inn í 40 lond á 20 tungumálum.

HITLER & MONTE CARLO: Í 1959 tjóðartók Marokkanska stýrið allar kringvarpsstøðir í landinum, og harvið varð virksemið hjá Trans World Radio í Tanger í Marokko liðugt. Men, sum Paul Freed sjálvur sigur tað: “Guds visión var nógv størri enn Marokko!” Hetta steðgaði ikki Paul Freed, tí longu í 1960 fekk Trans World Radio fótin fastan í Monte Carlo í Monaco, inni á tí Europeiska meginlandinum.  

Hetta týdningarmikla skifti hendi í einum bygningi, sum upprunaliga var bygdur av Hitleri til at kringvarpa nazistiska boðskapin um allan hemin, men sum aldri varð brúktur av Hitleri, men sum ístaðin kom at hýsa altjóða kringvarpsstøðini Trans World Radio við einum heilt øðrum endamáli.

Frá fyrrverandi nazistøðini í Monte Carlo í Monaco kom Trans World Radio at náa enn fleiri lond við evangelisku radiosendingum sínum. Við sínum 100.000 watt sendara í Monte Carlo megnaði Trans World Radio í 1960 og fylgjandi árini at senda evangeliska boðskapin út til alt Europa, Miðeystur og Norðurafrika. Í dag, meira enn 65 ár eftir stovnan, er Trans World Radio (TWR) størsti kristiligi loftmiðil við einum førleika at boða evangeliið á 230 tungumálum til ein lurtaraskara í 190 londum.

TRANS WORLD RADIO OG FØROYAR: Tíðliga í søguni hjá Trans World Radio kemur Føroyar inn í myndina. Longu 6 ár eftir, at Trans World Radio var flutt til Monte Carlo í Monaco, varð samstarv tikið upp við Trans World Radio frá føroyskari síðu. Samstarvsavtala varð gjørd millum Trans world Radio og eina føroyska nevnd, og avtalan varð undirskrivað í august 1966, og harvið sá fyrsta føroyska kristiliga radio dagsins ljós og fekk navnið EVANGELISKA RØDDIN (EVR).

FYRSTA NEVNDIN: Í fyrstu nevndini sótu hesir: Billy Olsen, Brynleif Hansen, Zacharias Zachariassen, Osvald Kjærbo, Jens Guttesen, sum ikki eru meira millum okkara. Svenning av Lofti, Óli Vang og Jógvan Hammer vóru eisini í fyrstu nevndini. Jógvan Hammer situr enn í nevndini og er framvegis sera virksamur í arbeiðinum hjá EVR.   

Fyrsta radiosendingin hjá Evangelisku Røddini var at hoyra týskvøldið 29. november 1966, og var tað trúboðin og bíbliulærarin Andrew Sloan, sáli, sum talaði hesa fyrstu taluna. Hetta kvøldið fyri 53 árum síðani, kundu føroyskir sjómenn og føroyskir útisetar um allan heim, hoyra Guds orð á móðurmálinum, og soleiðis bleiv tað hvørt týskvøld hvørja viku tey næstu fimm tíggjuáraskeiðini.

Tann tøkniliga síðan, tey fyrstu árini hjá Evangelisku Røddini, var primitiv samanborið við tøknina í dag. Talan varð fyrst tikin upp í studio í Ebenezer, og síðani varð spolabandið sent við posti til Trans World Radio í Monte Carlo, sum síðani varð sent har frá og út til føroyingar um allan heim. Í dag fer slíkt arbeiði fram á netinum.

Hetta varð byrjanin til eitt langt og fruktagott miðlasamstarv millum Evangelisku Røddina í Føroyum og Trans World Radio í Monte Carlo, í hvørs kjalarvørri eitt stórt tal av evangeliskum kringvarpssendingum liggja.

Í november 2016 kundi Evangeliska Røddin feira 50 ára dagin, tá fyrsta sendingin fór í luftina. Evangeliska Røddin (EVR) er framvegis virksom við nýmótans upptøkuhølum í  Ebenezer, og sendivirksemi er í dag munandi meiri umfatandi, tá samanborið verður við fyrstu sendingarnar fyri 53 árum síðani.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi