Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Nakrar søguligar rættleiðingar (triðji partur)

Lesarabrøv | 06/05-2019 09:52

Tað virkar sum at fólk hava gloymt, at Sambandsflokkurin hevði reinan meiriluta á løgtingi, tá fyrstu vegirnir í landinum vórðu gjørdir.

Eg havi nú í tveimum greinum víst á eina ramsu við søguligum pástandum, sum serliga tjóðveldisfólk brúka um Sambandsflokkin. Tað virkar sum, at tey halda seg hava fullan rætt til at siga hvat sum helst um Sambandsflokkin, og so kunnu onnur spjaða hesi ósannindini víðari, sum um at talan var um søguligar sannleikar.

Í hesi greinini fari eg at viðgera koyrivegir og flogferðslu. Tað geri eg, tí at Høgni Hoydal í eini blaðgrein tann 12. apríl segði, at Sambandsflokkurin millum annað hevði barst við hond og fót ímóti vegum og flogferðslu í Føroyum. Lat okkum byrja við vegunum:

Eg havi gjøgnum tíðina hoyrt nógvar skemtiligar søgur um, at sambandsmenn vóru ímóti vegum, tí tann føroyski fóturin skuldi ikki vera egnaður til at ganga á vegi o.s.fr. Hetta er sjálvsagt gott undirhald, men hvør er sannleikin?

Sambandsflokkurin hevði reinan meiriluta, tá fyrstu vegirnir komu

Sambandsflokkurin varð stovnaður í 1906, og tá vóru framvegis eingir vegir komnir millum bygdir í Føroyum. Men tað var júst um hetta mundi, at fyrstu vegirnir komu. Sanatoriivegurin í Hoydølum, sum var fyrsti koyrivegur í Føroyum, kom í 1907, og vegurin millum Skopun og Sand, sum var fyrsti vegurin millum bygdir kom í 1916.

Sambandsflokkurin hevði, við undantaki av nøkrum fáum árum, einsamallur meirilutan í løgtinginum frá 1906 til 1928. So kunnu vit spyrja, hvussu fólk hugsa sær, at løgtingið kundi taka undir við vegagerð, um Sambandsflokkurin (meirlutin) var ímóti vegum? Tað er løgið, at eingin av hesum ”stórskemtarunum” hevur hugsað um tað? Men hetta snýr seg ikki um logikk – hetta snýr seg um ógrundaða útspilling.

Eg kann tó til teirra verju siga, at løgtingið stóð ikki sjálvt fyri hesum vegagerðunum, tí vegirnir (eisini teir millum bygdir) vóru kommunalir tá í tíðini. Men løgtingið samtykti at mæla donsku stjórnini til at játta ”statstilskud til køreveje”, og so vítt sum eg dugi at síggja í Løgtingstíðinum, tók eitt samt løgting undir við at játta henda stuðulin.

Flogferðslan

Seinnu árini havi eg fleiri ferðir bæði hoyrt og sæð á prenti ein pástand um, at Sambandsflokkurin skal hava verið ímóti, at føroyingar komu uppí flogferðsluna. Eg havi hugt í Løgtingstíðinidi, men finni einki har, sum undirbyggir henda pástandin – tvørturímóti!

Í Løgtingstíðindum sæst, at tá partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987, varð lógaruppskot lagt fyri tingið, har biðið varð um heimild til at seta 1,02 mió. krónur í partapeningi í felagið. Hesum tók Sambandsflokkurin undir við. Minnilutin í fíggjarnevndini, (Ivan Johannesen, Anfinn Kallsberg og Eyðun Viderø) skrivaði millum annað soleiðis í teirra áliti: “Minnilutin gongur inn fyri, at føroyingar koma upp í flúgvingina.”

Í mars 1989 varð biðið um landskassaveðhald á 75 mió. krónur til P/F Atlantic Airways. Tað málið varð, eins og hitt fyrra, beint í fíggjarnevndina, og 30. mars sama ár skrivaði nevndin álit, har ein samd nevnd (íroknað Flemming Mikkelsen úr Sambandsflokkinum) mælti tinginum til at samtykkja uppskotið, við onkrum broytingum.

So kanska verður ”ramsan” hjá Høgna og øðrum tjóðveldisfólkum hereftir stytt við orðunum ”vegir” og ”flogferðsla”?

(meira kemur seinni).


Helgi Abrahamsen 
næstformaður Sambandsfloksins


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi