Sirið Stenberg fær eina ætlan um persónlagað medisin
Persónlagað medisin kann í ávísum førum gera tað møguligt at veita bæði neyvari diagnosu og viðgerð.
Í dag fer ein arbeiðsbólkur at handa Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, eina ætlan fyri persónlagað medisin í Føroyum 2019 til 2024. Í sambandi við handanina verður tíðndafurndur í Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Á tíðindafundinum fer Pál Weihe, formaður í arbeiðsbólkinum, at leggja fram høvuðsniðurstøðurnar í ætlanini, áðrenn hon verður handað landsstýriskvinnuni.
Í innganginum til frágreiðingina verður sagt, at tað er ein fyrimunur fyri bæði sjúklingar og samfelagið, um persónlagað medisin verður nýtt í viðgerðini av sjúklingum innan heilsuverkið. Hetta kann í ávísum førum gera tað møguligt at veita bæði neyvari diagnosu og viðgerð.
“Stóra menningin innan økið hevur havt við sær, at heilsuverkið longu nú brúkar persónlagað medisin í viðgerðini av sjúklingum. Tí er av alstórum týdningi, at støða verður tikin til, hvussu økið skal skipast, og um nøktandi regluverk er á økinum,” stendur í frágreiðingini.
Tíðindafurin í dag byrjar klokkan 14.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur