Miðflokkurin stillar ikki upp til Fólkatingið
Fráboðan frá Miðflokkinum um fólkatingsvalið.
Leiðslan í Miðflokkinum hevur í dag tikið avgerð um, at Miðflokkurin ikki fer at stilla upp til fólkatingsvalið.
Seinastu valini hevur flokkurin tikið aktivt lut í fólkatingsvalstríðum, men hóast greið ynski um at sleppa út um landoddarnar við politikki floksins má ásannast, at veljarin vil- og velur øðrvísi. Og onki bendir á, at útlitini fyri at aðrir enn teir fýra stóru flokkanir enn einaferð fara at dystast um fólkatingssessirnar, eru broytt.
Miðflokkurin byrjaði longu fyri góðum ári síðani sínar fyrireikingar til Løgtingsvalið, og vit hava gjørt av heldur at miðsavna okkum enn meira um hesa alneyðugu uppgávuna. Aðalmálið er at venda samfelagskósini inn aftur á trygga grund og byggja upp tað, ið er farið fyri skeytið seinasta valskeiðið.
Fyrsta stigið verður tí at fáa politisku skipanina, sum í løtuni er løgd í dvala, til lívs aftur sum skjótast, tí einki samfelag megnar at liggja óvirkið í mánaðir, bert tí flokkar ikki tora eitt løgtingsval.
Tí heitir flokkurin í hesari fráboðan á løgmann um beinanvegin at skriva út val til Løgtingið, eitt val sum, til fyrimun fyri øll, kundi verði sama dag sum fólkatingsvalið h. 6. Juni.
Rani Andrasson Skaalum, floksstjórnarleiðari
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Captain Morgan gerst lokalur

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

SPD og CDU nærkast stjórnarsemju

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











