Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ársins umhvørvisstuðlar frá Tórshavnar kommunu

Innanlands, Mentan | 11/05-2019 13:00

Í ár fekk Tórshavnar kommuna trettan umsóknir um umhvørvisstuðul og tilsamans var søkt um kr. 858.185. Tey fýra, ið fáa umhvørvisstuðulin fyri 2019, vórðu øll mett at hava sera áhugaverdar verkætlanir innan evnið skundmóta, sum var evnið til ársins umhvørvisviku í høvuðsstaðnum. 

1. Virkin endurskapan til gagns fyri børn og ung. Frítíðarskúlin í Hoyvík og Klubb 188.

Endamálið við verkætlanini er at gera børn og ung tilvitað um at endurskapa burtur úr gomlum klæðum, sum skulu burturbeinast, eru gloymd eftir og ongan góðan eiga longur. Ætlanin er at førleikamenna børn og ung at endurskapa, so tá verkætlanin er liðug, eru tey sjálvi før fyri at halda fram við íblástri frá verkætlanini.
Kr. 35.000.

2. NÝNÝ við Bláa Krossi. NÝNÝ er nýggja merkið fyri nýnýtslu av klæðum hjá Bláa Krossi.

Endamálið við verkætlanini er betur at gagnnýta klæðini, Blái Krossur fær inn, við nýnýtslu. Blái Krossur fer at seta í verk eina seymistovu, har sjálvboðin við vegleiðing frá sniðgevum fyrst og fremst fara at seyma nýnýtslubarnaklæðir. Við hesum er vónin, at fleiri fara at keypa klæðir frá Bláa Krossi og harumframt, at Blái Krossur betur fær gagnnýtt klæðini, ið koma inn.
Kr. 110.000.

3. Leykaskal við Gimburlombunum. Tjóðhild Patursson og Barbara Andreasen.

Endamálið við verkætlanini er at gera royndir við at lita við leykaskali og øðrum matleivdum úr køkinum – og síðani at bera úrslitini frá royndunum víðari við sjónbandi og podcast. Við hesum vilja stigtakararnir seta fokus á bæði matoyðsl, dálkandi syntetiska klædnaliting og tað vakra í tí organiska.
Kr. 36.000.

4. Burðardygt klædnaskáp við Katrinu í Geil.

Endamálið við verkætlanini er at menna vitan og tilvitan um, hvat veruliga skal til, tá kvinnur skulu velja góð klæðir, sum tær trívast í og brúka leingi, við at skriva eina handbók á føroyskum um persónligan stíl. Bókin skal geva kvinnum grundleggjandi vitan um kropp og klæðir, hvat gott er at fara í og hvat tær skulu halda seg langt frá.

Hetta er eitt stig at tálma klædnanýtsluni og harvið eisini klædnaframleiðsluni, sum í dag er næstmest dálkandi ídnaður í heiminum.
Kr. 69.000.

Í 2018 vóru bert kr. 198.000 av umhvørvisstuðlinum nýttar, og sostatt vóru kr. 52.000 eftir.

Í ár fekk Tórshavnar kommuna tvær verkætlanir innan evnið tilfeingið, sum vóru mettar at vera so góðar, at Tórshavnar kommuna vildi gera eitt undantak og nýta peningin eftir frá 2018 til at stuðla:

1. Burðardygt umhvørvi við Kollafjarðar skúla.

Endamálið við verkætlanini er at menna vitanina hjá kollafjarðarbørnum um umhvørvið við at velta røtur, epli, rabarbur, kryddurtir o.a. Allur skúlin er við í verkætlanini.
Kr. 27.000.

2. Maðkagarðurin við Edvard Skúvadal

Endamálið við verkætlanini er at gera ein maðkagarð í Nólsoy, so oyggin verður sjálvbjargin við reyðmaðkum og harvið fær betri mold.
Kr. 25.000.

Ársins Grønu Gávu frá ETIKA 2019 fekk Veltan.

Á hvørjum ári letur matstovan ETIKA allan peningin, sum kemur inn við vatnsølu, til Grønu Gávuna. Og í ár er upphæddin kr. 45.720!

Veltan er samtak fyri grønmetisveltarar í Sandoynni. Teirra mál er at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti – bæði til húsbrúk og til sølu.

Seinastu tvey árini hava tey ríkað okkum føroyingar við feskum føroyskum grønmeti, og er tað ein sonn fragd at eta eina gularót av Sandi.

Nógv vóru uppskotini til Grønu Gávuna frá ETIKA, men øll vóru samd um, at Veltan er uppiborin vinnari í 2019.

Grønu Virðislønini hjá Tórshavnar kommunu fær: Guðrun&Guðrun

Guðrun&Guðrun var stovnað í 2002 av Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir. Tær skriva um seg sjálvar:

OKKARA FRAMTÍÐARHUGSAN ER AT GERA EIN MUN. HETTA ER SERA EINFALT OG KORTINI SERA FRAMSØKIÐ. VIT VILJA GERA KLÆÐIR, SUM LÚKA KRØVINI HJÁ TILVITAÐA VIÐSKIFTAFÓLKINUM, SUM LEGGJA Í HVØNNANNAN, UMHVØRVIÐ, OKKARA FELAGS NÁTTÚRUTILFEINGIÐ OG SAMSTUNDIS EISINI VILJA VERA SNØGG…
HONDBUNDNA KLÆDNAÚRVALIÐ ER TILEVNAÐ HEIMA HJÁ BINDIKONUNUM Í FØROYUM, JORDAN OG PERU SUM PARTUR AV OKKARA ÁTØKUM, SUM HAVA TIL ENDAMÁLS AT FØRLEIKAMENNA KVINNUR.

Guðrun&Guðrun vóru fyrstar innan burðardygga klædnavinnu í danska ríkinum, skrivar Tòrshavnar kommuna á heimasíðu síni.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi