Nýtt ráðgevingarfelag
John Rajani og Klaus Rasmussen hava saman stovnað felagið Rajani/Rasmussen, hvørs endamál er at bjóða dygdargóða og óhefta ráðgeving til virkir og virkiseigarar.
“Vit fara at arbeiða við ráðgeving innan virkismenning og ráðgeving í strategi og leiðslu: Betri góðskustýring, betri organisering, betri sølu og betri marknaðarføring” sigur John Rajani annar av stovnarunum.
Ætlanin er at Rajani/Rasmussen seinni í 2017 eisini skal ráðgeva í sambandi við t.d. sølu av fyritøkum, keyp av fyritøkum, samanlegging av fyritøkum, veitan av kapitali umframt aðra fíggjarliga og strategiska ráðgeving.
Klaus Rasmussen sigur: “Vit viðurkenna, at eingin fyritøka ella virkishandil er eins og at eitt keyp ella ein søla av eini fyritøku ofta er ein hin týdningamesta vinnuliga og fíggjarliga avgerðin, ið verður tikin. Okkara mál verður at ráðgeva fyritøkum effektivt, har vit vísa teimum teirra strategisku møguleikar og hjálpa fyritøkunum at íverkseta og fremja tað bestu loysnina.”
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi