Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kristina Háfoss á norðurlendskum ráðharrafundi um talgilding

Politikkur, Tøkni | 15/05-2019 22:00

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er í hesum døgum í Íslandi á MR-Digital fundi. MR-Digital er ráðharraráð undir Norðurlandaráðnum, ið hevur til endamáls at styrkja um samstarvið innan talgilding millum Norðurlond og tey baltisku londini í tíðarskeiðinum 2017-2020. Ráðið arbeiðir fyri at skapa eitt samanhangandi og sameint talgilt øki, ið framhaldandi gongur á odda at tryggja vælferð og vøkstur.

Á fundinum í Reykjavík hava Norðurlendsku ráðharrarnir í talgilding umrøtt, hvussu talgilding best verður stjórnað. Hetta verður gjørt við orðaskifti um strategiir, politikk og lóggávu innan talgilda menning av almenna geiranum fyri at finna út av, hvar londini kunnu samstarva fyri at veita betri talgildar tænastur. Eisini eru felags samstarvsavtalurnar um talgildar samleikar, 5G og tilgjørt vit viðgjørdar. Tað skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnir. 

“Tað hevur stóran týdning, at vit hava altjóða samstarv tá umræður talgildar loysnir. Mest týðandi samstarvið beint nú er, at tryggja, at føroyski Talgildi Samleikin, eins og aðrir norðurlenskir og baltiskir talgildir samleikar, kunnu nýtast tvørturum landamørk. Hetta fer at lætta um hjá øllum føroyingum, sum fara uttanlands eitt nú at lesa, arbeiða ella á sjúkrahús. Talgildi samleikarnir hjá londunum verða í stóran mun framtíðar pass hjá borgarum, og hevur tað eisini av hesi orsøk stóran týdning at føroyingar seinni í ár fáa egnan Talgildan Samleika,” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

Ráðharrarnir í MR-Digital greiddu frá royndum sínum við talgilding. Í Føroyum varð strategiin um Talgildu Føroyar løgd fram í 2015, og síðani hevur verkætlanin arbeitt við at menna eitt talgilt undirstøðukervi, ið verður til gagns fyri alt føroyska samfelagið. Hetta verður m.a. gjørt við at menna ein talgildan samleika, ið livir upp til altjóða krøv og fer at kunna nýtast í øðrum londum.

Heldin, sum var tikin í nýtslu í Føroyum í 2016, er dømið um Norðurlendskt og baltiskt samstarv. Heldin er ein talgildur motorvegur, har alt dátasamskifti millum stovnar, fyritøkur og borgarar í framtíðini, á meira tryggan hátt, fer ígjøgnum. Tøknin í Heldini, X-Road, er estisk og verður nýtt í fleiri Norðurlondum og baltiskum londum. Hóast hvørt land hevur sína serstøku loysn og fult tamarhald á dátunum, kunnu skipanirnar virka saman. Hetta loyvir tryggum dátuflutningi millum tey lond, ið nýta tøknina. Í næstum fara Føroyar at gera avtalu um Nordic Institute for Interoperability Solutions, so vit eru við at tryggja menningina og strategisku leiðsluna av X-Road í framtíðini.

Samstarvið í MR-Digital leggur m.a. lunnar undir at borgarar í Norðurlondum og baltisku londunum kunna nýta talgildar loysnir landanna millum á ein tryggan og skipaðan hátt.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi