Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Biður norska prinsessu frásiga sær tignarliga heitið

Uttanlands | 16/05-2019 09:00

Eigur ikki at brúka heitið til eitt vinnuligt átak.

Norska blaðið Fædrelandsvennen skrivar, at Märtha Louise, prinsessa, sum er elsta dóttir norsku kongshjúnini, eigur at frásiga sær sítt tignarliga heiti.

Blaðið skrivar hetta í sambandi við, at prinsessan sunnudagin almannakunngjørdi, at hon og sjamanurin Durek Verrett, eru par. Durek Verret er ein sjálvútnevndur “andaligur vegleiðari” og “altjóða umboðsmaður fyri kærleika”.

Sølan av atgongumerkjum til eina rundferð hjá teimum báðum tók rættiliga dik á seg, eftir at parlagið var almannakunngjørt.

Fædrelandsvennen skrivar í eini oddagrein, at tað er hennara egna søk, hvønn partnara hon velur, men at tað viðkemur øllum samfelagnum, tá tey bæði brúka hennara heiti til eitt vinnuligt átak.  

“Märtha Louise hevur fleiri ferðir áður fingið áheitanir um at frásiga sær heitið. Teimum ráðunum eigur hon at fylgja, bæði fyri sítt egna besta og fyri kongshúsið,” skrivar Fædrelandsvennen.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi