Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Theodor Eli Dam Olsen til verðurlagsverkfallið

Innanlands, Mentan | 17/05-2019 08:52
Mynd: Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Umhvørvi er ein etiskur spurningur, segði Theodor Eli Dam Olsen m.a. tá hann helt verðurlagsrøðu við Tinghúsið til veðurlagsverkfallið síðsta fríggjadag.

Veðurlagsrøðan hjá Theodor Eli Dam Olsen kann lesast her:

Føroyar, mítt land, o oljuborg fría
teg vil eg herja, í rustdustið stíga,
strríðast sum hetjan, tá blóðpengin gól – girndtempul høga í setandi sól.

Við hesi “Føðilands kvøðuni” hjá Regini Dahl frá ár 2000 fari eg at takka fyri innbjóðingina at siga nøkur hesum veðurlagsverkfalli í dag, sum eg skilji er tað tað verkfallið 19. í røðini.
Tað munnu vera eini 10 ár síðani eg var á mínum fyrsta fundi í tí rørsluni, sum verður kallað “grøn kirkja”.
Kristindómurin hevur onkuntíð fingið skotið í skógvarnar, at hann leggur einki í jørðina, tí hann sigur, at jørðin skal jú ganga undir kortini.
So er kortini ikki.
Serliga tey seinastu árini hava fleiri og fleiri tikið orðini hjá heimspekinginum Løgstrup til sín, tá hann segði, at tað, sum er skapt, kann eisini oyðileggjast. Tað, sum er skapt, hevur eina byrjan – tvs. at einaferð var tað ikki til – og tað sum er skapt, kann eisini fáa ein enda.

Etiskir spurningar
Etiskir spurningir verða stundum her hjá okkum skilmarkaðir til tað, ið politikarar verða fríttstillaðir at atkvøða fyri. Nakað, ið er bundið av trúnni ella sannføringini hjá hvørjum einstøkum tinglimi, og tí kann flokkurin ikki krevja floksdisciplin í júst hesum málum.
Tó er etikkurin ein aldargomul lærugrein og siðvenja. Longu Aristoteles í gamla Grikkalandi skrivaði nakrar øldir fyri Kristi føðing um etikk sum “tað góða lívið”.
Etikkur í dag finst í fleiri bólkum og brigdum, og ikki minst er umhvørvisetikkurin komin á breddan sum serlig disciplin. Eisini her er árúnaðurin ein íblástrarkelda og rættisnórur. Ikki minst hava kirkjuleiðarar langt síðani víst á, at kjakið um “antin-ella” ella “hetta ella hatta” – “kreationstar ella darwinistar”, “Bíblian ella náttúruvísindi” – sjáldan førir nakað upplýsandi ella mennandi orðaskifti við sær. Heldur hava hesir kirkjuleiðarar roynt at verið opin og konstruktiv, og mundi tað eisini vera við hesum í huga, at føroyska fólkakirkjan hevur tikið lut í umhvørvisátøkum – tí umhvørvi er ein etiskur spurningur.

Veðurlagsbroytingar og patriarkurin
Í nógv ár hevur felagsskapurin grøn kirkja verið virkin.
Men tann, sum serliga mundi gera hol í sjógvin, var patriarkurin Bartolomeus úr Konstantionopel á ráðstevnuni Arctic Circle í Reykjavík fyrraárið.

Í Reykjavík helt hesin sonevndi “grøni patriarkurin” Bartolomeus I – eina røðu, hvørs eftirljóð sótu sum bergmál í tí stóru samkomuni í Hørpuni við 2000 fólkum. Við síðum skeggi og høgum hatti var myndugleikin eyðsýndur, og fólk lurtaðu við, ja, andakt, um vit kunnu siga tað so.
Røðan varð bæði greið, víðskygd og savnandi. Hann spurdi, hvat ein kirkjuleiðari mundi gera á eini síkari verðsligari stevnu, men greinaði síðan, hvussu hendan ábyrgd og hetta átak rakar okkum øll.
Bartolomeus, patriarkurin í Konstantinopel ella Istanbul, sum býurin eisini verður róptur í dag, er leiðari fyri hundraðtals milliónir av kristnum, sum hoyra til ta ortodoksu kirkjuna.
Ikki minst er patriarkurin vorðin kendur fyri sínar nógvu túrar sjóvegis millum lond, ið skulu ímynda samljóð millum menniskju og náttúru. Men eisini skulu túrarnir vera góð fyridømi fyri umhvørvisvinaliga ferðslu.
Avbjóðingin við umhvørvinum varð longu sett á dagsskránna av undangongumanni hansara, Demetrios patriarki, sum longu í 1989 sendi sína fyrstu almennu fráboðan um at varðveita umhvørvið, og 1. september varð gjørdur til serligan biðidag í tí ortodoksa kirkjuárinum fyri umhvørvinum.
Seinni gjørdi Frans pávi eisini av at hesin dagur skuldi biðidagur fyri umhvørvinum hjá katolikkum.
Eisini Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, mælti fyri longu nøkrum árum síðan prestunum í Føroyum til at halda ein skapanarsunnudag, har skapanarverkið varð sett í hásætið.

Dálking og synd
Bartolomeus patriarkur hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði til frama fyri náttúruvernd. M.a. hevur hann fingið ta norsku Sofie-heiðurslønina fyri at samantvinna trúgv og umhvørvi, fyri hansara andaligu og praktisku leiðslu innan umhvørvisvernd og fyri at seta rættindi og skyldur á dagsskránna. Í 2003 vitjaði hann ta norsku kirkjuna sum heiðursgestur. M.a. varð siglt frá Egersund til Tróndheims, har tvey serlig fokusøki vórðu nevnd: orka og fiskivinna.
Endamálið var at greiða frá, at vit hava ongan rætt til at oyðileggja skapanarverkið.
Spurdur, um tað er ein synd at dálka og beina fyri djórasløgum, svaraði hann avgjørdur: - Ja, ein álvarsom synd!
Longu í 1997 var hann oddamaður fyri einum stórfundi um Svartahavið, har høgt mett embætisfólk úr Evropeiska samveldinum og Heimsbankanum tóku lut, og førdi hetta til eina endurfígging av tí altjóða “Black Sea Environment Program”.
Í einari eftirmeting av arbeiði sínum skrivar patriarkurin: “Vt hava lært, hvussu umhvørvisvernd er tætt knýtt at tí at enda kríggj, endurreisan av sosialum rættvísi og hvussu vit taka okkum av heimsins fátækradømi. Vit hava lært, at mátin vit fara við menniskjum, endurspeglast beinleiðis í háttinum, vit eru mótvegis tí náttúrliga umhvørvinum og í tí háttinum vit biðja til Guð. Tað er tí ikki so løgið, at vit misbrúka náttúruna, tá vit kunnu misbrúka okkara medmenniskju”.
Eisini metir hann soleiðis um okkum sum brúkarasamfelag:
“Hvussu nógv av okkum kanna matin, vit eta, vørurnar, vit keypa, orkuna, vit oyðsla, ella aðrar avleiðingar av okkara priviligeraða lívi? Hvussu ofta taka vit okkum tíð til at grunda um tey val, ið vit taka í gernadisdegnm sum einstaklingar, stovnar, sóknir, samfeløg ella sum tjóðir?”

Longu í 2007 var felagsskapur hansara “Religion, Sciense and Environment” við á eini siglandi umhvørvisráðstevnu við vesturstrond Grønlands. Endamálið var at kanna, um tað var gjørligt hjá náttúrvísindum og átrúnaði í felag at forða fyri eini vistfrøðiligari vanlukku á jørðini. Umborð vóru umboð fyri allar teir stóru átrúnaðirnar kring heimin umframt kvinnur og menn, ið høvdu skil fyri vistføði, búskapi, guðfrøði, jarðfrøði, lívfrøði, alisfrøði, medisini, ísi, veðurlagi, orkutøkni og politikk.

Grønar kirkjur

Í dag munnu allar tær norðurlendsku kirkjurnar hava orðað ein sokallaðan grønan politikk, ið eisini hevur fingið heitið “grøn kirkja”.
Í stuttum ber til at siga, at fyri at gerast ein grøn kirkja, skulu ávís krøv lúkast, og hetta kann bæði vera, hvat kirkjuráðið viðger á fundum, hvat virksemi og boðan er í kirkjuni til hvørjar hitaskipanir og skipanir fyri burturkast, tann einstaki kirkjubygningurin hevur.

Vatnið hækkar, veðrið broytist, og fólk noyðast at brynja seg við nýhugsan til ta nýggju verðina.
Øll skilafólk munnu vera samd um, at kjakið um vísindi ella átrúnað, hetta ella hitt, førir okkum ikki fram á leið. Neyðugt er at bæði hugvísíndi, hugspekin, guðfrøðin, átrúnaðurin, etikkurin eins og náttúruvísindini, vinnulívið og politikararnir taka saman lógvatak og finna loysnir og livihættir, so arktiska økið og jarðarknøtturin allur gerst eitt stað, ið vit virða, varðveita og bera aftur til eftirkomarar okkara.

--

Jørðin er eitt lán frá okkara eftirkomarum.
Hetta skuldi ikki vera ein moralrpædika: men tað er okkara etiska og moralska skylda at fara væl um tað, vit hava fingið til láns. Øll tosa um veðrið, men eingin ger nakað við tað, segði ein.
Lat ikki tað sama galda fyri veðurlagið, at eingin ger nakað við tað.
Lat tað ikki enda, sum í speisku føðilandskvøðuni hjá Regini Dahl:

Føroyar, mítt land, o oljuborg fría
teg vil eg herja, í rustdustið stíga,
strríðast sum hetjan, tá blóðpengin gól –
girndtempul høga í setandi sól.

Takk fyri!


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi