Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tanja Mortensen - millum tey sárbæru í Suðurafrika

Kristiligar Tíðindasendingar | 15/05-2019 15:47

Tanja Mortensen, sum er vaksin upp í Havnini og gingið í sunnudagsskúla í Ebenezer, býr nú í Pretoria í Suðurafrika, har hon arbeiðir innan Operation Mobilisation (OM). Tanja Mortensen er 33 ára gomul.

Tanja hoyrdi um OM í sínum barnaárum, men tá hon var um 14-15 ára aldur vitjaði eitt av OM-skipunum í Føroyum, sum gjørdist hennara fyrsta veruliga samband við OM. Áhugin at fara við einum av missiónsskipunum hjá OM byrjaði at næla í hennara sinni, men tað skuldi tó ikki vera so, tí hon hevur ikki enn verið við nøkrum av skipunum hjá Operation Mobilisation (OM).

BØRN OG UNG

Tanja hevur serligan áhuga at virka millum børn og ung, og tað var júst tað hon gjørdi í heimasamkomuni Ebenezer í Havn, har hon hevur fingið góða praktiska venjing at arbeiða millum yngra ættarliðið.

Tá Tanja hevði fingið studentsprógv í Hoydølum, fór hon í 2006 á ein trúboðaravenjingarskúla (MDT), sum OM hevur í Pretoria í Suðurafrika. Har var hon í seks mánaðar, og upplivdi m.a. at síggja arbeiði, sum Operation Mobilisation (OM) ger millum børn og ung í Suðurafrika, sum eru offur fyri HIV og AIDS.

Aftan á 6 mánar í Suðurafrika kom Tanja aftur til Føroyar, men tá hevði trúboðaraarbeiði fingið fastatøkur á henni, og hon hugsaði nógv um at fara út aftur á trúboðaramarkina, og tað var framvegis við serligum atliti til barna- og ungdómsarbeiði hon hugsaði um.

Hon valdi so at fara á Glasgow University í Skotlandi at nema sær hægri lestur og meiri førleika  innan barnaarbeiði. Lestrartíðin var 4 ár, og tá stóð Tanja Mortensen við einum Bachelorprógvið, sum eisini umfataði barna- og ungdómsarbeiði. Á enskum eitur tað Bachelor in Childrens Ministry.

TEY SÁRBÆRU

Nú fór Tanja av álvara at hugsa um, hvar hennara tænasta skuldi vera. Hon hevði altið verið greið yvir, at tað er barna- og ungdómsarbeiði, sum hon brennir mest fyri, men nú var ein neisti komin afturat. Nú kendi hon seg drignan til børn og ung við serligum tørvi, og tá er tað, at Operation Mobilisation (OM) í Pretoria í Suðurafrika aftur kemur á banan.  

OM hevði nýliga sett á stovn í Pretoria í Suðurafrika eina Miðstøð fyri børn og ung, sum annaðhvørt eru smittaði við HIV ella, sum hava foreldur ella aðrar familjulimir, ið eru smittaði. Tanja sigur í samrøðu við Kristiligu Tíðindasendingina, “at hesi koma oftast frá vánaligum sosialum korum, og eru serliga sárbær og hava tí eina serliga tænastu fyri neyðini.”

FLYTUR TIL SUÐURAFRIKA

Tanja flutti til Pretoria í Suðurafrika í august í 2018 at arbeiða á OM-miðstøðini millum børn og ungdóm, sum eru offur fyri HIV-smittuni. Hon hevur fyribils lova at vera har til miðskeiðis í 2020. Tanja sigur, at Miðstøðin er ikki ein stovnur har HIV-smittaði fáa sjúkraviðgerð, men talan er um eina MIÐSTØÐ, sum byggir á tað kristna umsorganarstøði, har umleið 30 børn og ung, frá vánaligum sosialum umstøðum, koma dagliga eftir skúlatíð, har tey fáa tryggleika og kvalitetstíð.  

Arbeiðsuppgávan hjá Tanju og hennara arbeiðsfeløgum er at geva hesum veiku og sárbæru menniskjum eina kenslu av tryggleika, umsorgan og kærleika. Hetta verður m.a. gjørt á tann hátt, at tey hvønn dag fáa eina góða máltíð, sum, sigur Tanja, “allarhelst er einasta veruliga máltíð, sum hesi fáa á degnum!”  Tey hjálpa teimum við skúlaheimaarbeiði, sum eisini kann fevna um frálæru til tann einstaka, tí fleiri av hesum eru illa skúlaði. Eisini er ymiskt kreativt á skránni, eins og tað eisini verður spælt, og skipað verður fyri útferðum, legum og likamligari venjing.

Tanja sigur at enda, at høvuðsendamálið er at vísa teimum á Kærleika Jesusar, og tí hava tey hvønn dag andakt saman við børnunum, har tey eisini fáa eitt bíbliuørindi, sum tey sjálvi kunnu arbeiða víðari við.

Miðstøðin, har Tanja arbeiðir, eitur AIDS-HOPE, og Tanja sigur, at endamálið er at planta eina góða kristna vón í hesar sárbæru sálirnar, sum vónandi kemur til sjóndar seinni í teirra lívi.

Tanja og hennara arbeiðsfelagar gera arbeiði uttan løn og samsýningar. Um onkur ynskir at koma í samband við Tanju er ein vælkomin at skriva til hana á Telduposti: tanja.mortensen@om.org

Um ein ynskir at stuðla, er tað møguleikki at gera tað gjøgnum OM.føroyar, og viðmerkja, at stuðulin er til Tanju Mortensen. Eisini kann ein melda seg til regluligu bønarbrøvini frá Tanju.


Kristiliga Tíðindatænastan

v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gbmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi