Landsfelag Pensjónista vil hava Løgtingið kallað saman
Vilja hava Løgtingið at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum.
Landsfelag Pensjónista heitir á politiska myndugleikan um at kalla Løgtingið saman í summarfrítíðini, fyri at avgreiða uppskotið um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Talan er um løgtingsmál nr. 153/2018, ið er eitt av málunum sum fullu burtur, tá løgtingið fór heim.
“At banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er viðkomandi fyri nógv fólk, m.a. pensjónistar og hastar tað tí at fáa hetta samtykt,” sigur Landsfelag Pensjónista.
Felagið sigur, at um bíðað verður eftir løgtingsvalið síðst í august, kann tað ganga long tíð, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður lagt fyri Løgtingið aftur.
Landsfelag Pensjónista hevur áður víst á, at tað eigur ikki at vera loyvt at siga fólk úr starvi vegna aldur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur