Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fundur í felagsnevndini millum Føroyar og EABS

Politikkur | 21/05-2019 14:02

Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia eru limir í EABS.

Í gjár var fyrsti fundurin í felagsnevndini millum Føroyar og Eurasiatisku Búskskaparsamgonguna, EABS. Nevndin er sett á stovn sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í august í fjør.

Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia eru limir í EABS, sum er ein felags búskaparsamgonga, ið varð stovnað í 2015.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Tatiana Valovaya, EABS ráðharri í búskaparmálum stóð á odda fyri EABS sendinevndini.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskifti, tollviðurskifti, talgilding og heilsufrøðilig viðurskifti.

Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum, millum annað hvussu tolløkini hjá hvørjum øðrum eru skipað og hvørjar reglur eru galdandi, hvørjar heilsufrøðiligar mannagongdir eru, umframt leiklutin hjá talgilding í sínámillum viðurskiftum.

”EABS er okkara næststørsti marknaður fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning í mun til at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS, bæði av politiskum og tekniskum slag,” sigur Poul Michelsen.

Avrátt var, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Hvagar eru vit á veg?
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Listaframsýning við Silju Strøm í Gamla Seglhúsi­num í Klaksvík
31. mai - Altjóða roykfríur dagur
DRONNING ELISABETH OG PÁSKA­HÁTÍÐIN - fyri fyrstu ferð í 68 ár
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi