Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hon bjóðar seg fram til Fólkatingið

Innanlands | 24/05-2019 08:15

Loysnir fram um loysing! Samstarv fram um samband!

Javnaðarflokkurin er ein gerandisflokkur. Fremsta uppgávan er at lætta um gerandisdagin hjá
vanligum fólki, og at virka fyri, at okkara børn og barnabørn arva ein betri heim enn tann, sum vit
fingu í vøggugávu frá teimum, sum undan fóru – altíð! 

Hesin ”vit og skil politikkur” hevur altíð verið hin sanni javnaðarandin, eisini á Fólkatingi.
Fólkatingssessurin er til fyri at fremja ítøkiligar loysnir í samstarvi við allar viðkomandi partar.
Føroyskar trætur skulu avgreiðast í Føroyum.

Eitt javnaðarumboð virðir tann til eina og hvørja tíð ráðandi meiriluta í Løgtinginum. Vit hvørki
viðgera ella avgreiða viðurskifti á Fólkatingi, sum undirtøka er ikki fyri í Føroyum. Tað hevði ikki
sømt seg. 

Eins og í føroyskum gerandispolitikki, átekur Javnaðarflokkurin sær eisini á Fólkatingi leiklutin
sum tann konstruktivi. Tann, sum røkkur ítøkiligum úrslitum. 
Ein kundi sagt flugubeinspolitikk: Check! Check! Check! Avgreitt! Avgreitt! Avgreitt!
So kunnu hini meyla um loysing og samband. Tað eru vit so von við. Soleiðis hevur verið síðan
Javnaðarflokkurin varð stovnaður. Onkur má jú arbeiða fyri vanliga fólkinum, sum hevur sítt at
dragast við. Onkur má vera í eydnahædd við gerandisdagin hjá fólki. Tað verið seg í sosialum
spurningum, tá fólk eru í sjúkraørindum, lesandi ella gerast pensjónistar.

Tá tey rena seg í praktiskar forðingar. Bæði tá tey búgva og virka í Føroyum og uttanlands, og tá tey flyta millum lond. 
Fólkatingið er ikki bara ein pallur, har til ber at tala Føroya søk. Fólkatingið er ein av mongu verkstøðunum, har Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri at røkka sínum málum. Hvønn dag, alt árið. Tí er eisini umráðandi, at okkara fólkatingsumboðið røkir sessin burturav. Also, onki við fleiri sessum
her.

Sjálv royndi eg meg sum fólkatingsumboð eitt tíðarskeið í vetur, har eg fekk innlit í, hvat sessurin
inniber. Fekk eg høvi aftur, vildi eg hildið meg í sama sporið, sum okkara umboð so fínt hevur
slóðað fyri. 

Vit stuðla sjálvandi einari reyðari stjórn, tí verkaflokkar kring allan heim eiga at draga somu línu.
Gjøgnum felagsskap og samanhald røkka vit vanliga fólkinum rættindi og vælferð - eisini tvørtur
um landamørk.

Og so ræðast vit javnaðarfólk ikki samstarv við íleggjarar og grunnar av øllum hugsandi slag. Um
tað so gagnar føroyska gransking, heilsuverki ella fólkinum sum heild. Heldur ikki danskar samstarvspartar! Tí enn einaferð: Samstarv er vegurin fram. 

skrivar j.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi