Theresa May leggur frá sær
Vendi sær grátandi burtur, tá hon hevði boðað tíðindafólkum frá hesum.
Theresa May leggur frá sær sum formaður í Konservativa flokkinum tann 7. juni - tað vil siga um júst tvær vikur. Tað er greitt, eftir ein fund við umboð fyri konservativa tingbólkin í Downing Street í morgun. Hon fer eisini úr sessinum sum forsætismálaráðharri, men tað verður ikki fyrr enn ein avloysari er funnin.
Theresa May hevur verið undir hørðum trýsti frá fleiri floksfelagum, sum eru ónøgdir við nýggju Brexit-ætlanina. Sambært ætlanini skal tað vera møguligt at halda eina nýggja fólkaatkvøðu um Brexit.
Theresa May hevur áður boðað frá, at hon ætlaði at leggja frá sær, tá ein avtala um Brexit var fingin uppá pláss, men hennara atfinnarar hava sagt, at tað er ein treyt fyri at finna fram til eina Brexit-avtalu, at May fyrst leggur frá sær.
Vendi sær grátandi burtur
Tað var ein kensluborðin forsætismálaráðharri, sum møtti fjølmiðlum klokkan 10 í morgun.
“Eg havi gjørt alt sum eg kundi, fyri at fáa parlamentslimirnar at taka undir við Brexit-avtaluni. Tíverri havi eg ikki megnað tað. Eg havi roynt tríggjar ferðir,” segði Theresa May millum annað. Hon segði, at hon var komin til ta niðurstøðu, at tað er best fyri landið, at ein nýggjur forsætismálaráðharri tekur yvir. Hon segði, at hon hevði kunnað Elizabeth drotning um hetta.
Beint áðrenn hon endaði sína frásøgn, knekkaði røddin, og 62 ára gamla Theresa May vendi sær grátandi burtur og gekk skjótt móti hurðini á Downing Street nummar 10.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur