Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Er verulig kapping um at veita bíligari streym

Politikkur | 25/05-2019 16:45

§ 52 a fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum.

Orkumyndugleikin á Umhvørvisstovuni hevur alment boðað frá, at søkjast kann um loyvi uppá 18 MW til vindorkuútbygging, og at áhugaðir umsøkjarar í hesum sambandi m.a. skulu leggja fram neyðug loyvi til nýtslu av lendi til endamálið, at vindmátingar eru gjørdar á staðnum v.m.

Fortreytin fyri at luttaka í útboðnum av nevndu vindorku uppá 18 MW  er sostatt, at viðkomandi umsøkjarar frammanundan hava ræði á neyðugum lendi til endamálið.

Tá ræðisrættur til lendi byggir á avtalur við eigarar/festarar, er útgangsstøðið samb. lýsingini frá Umhvørvisstovuni, at bert teir, sum frammanundan hava útvegað sær atgongd til lendi samb. serstakan sáttmála, kunnu verða við í útboðnum.

Úrslitið av hesum er, at allir aðrir áhugaðir veitarar/tilboðsgevarar, sum av eini hvørji grund ikki hava verið so hepnir at fingið eina avtalu við jarðaeigaran/festaran, harvið frammanundan eru útihýstir frá møguleikanum at sleppa framat at leggja tilboð inn.        

Í viðmerkingunum til elveitingarlógina § 5 stk 2 stendur, at endamálið við hesi áseting er at geva øllum møguleika at bjóða seg fram at framleiða ravmagn úr hesi orkukeldu, og á henda hátt fáa kapping á framleiðsluøkinum.

  • Tá tað í viðmerkingunum soleiðis stendur, at øll skulu hava møguleika at bjóða seg fram at framleiða ravmagn, og orkumyndugleikin nú avmarkar henda møguleika við at krevja, at hvør einstakur áhugaður veitari/tilboðsgevari frammanundan hevur eina seravtalu um lendi, við tí úrslitið, at øll ikki longur hava møguleikan at leggja boð inn, skal hervið verða spurt um hesin útbjóðingarleistur er í tráð við nevndu viðmerkingar til lógina, og harvið ætlan og endamál við lógini um fría kapping á jøvnum føti í samband við útboð av vindorku í Føroyum?  

Í elveitingarlógini løgtingslóg nr. 59  frá 7 juni 2007 , grein 5 stk 3, stendur citat:

“Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð”.

Sambært útbjóðingartilfarinum frá Orkumyndugleikanum skal umsøkjari, um hann skal luttaka í útbjóðingini, frammanundan skjalprógva atgongd til viðkomandi lendi til vindmyllurnar.

  • Er ein slíkur útbjóðingarleistur sambærligur við orðingina í lógini um, at “onnur eisini kunnu søkja um sama loyvi”, tá Orkumyndugleikin frammanundan er fullvitandi um, at onnur “ikki kunnu bjóða uppá sama loyvi” og harvið ongin kapping verður um júst hetta loyvið, orsakað av nevndu seravtalu”, tá vit nú vita, at bert tann eini umsøkjarin hevur eina slíka seravtalu um atgongd til lendið á Gellingarkletti í Hoyvíkshaganum?

  • Er tað í tráð við ætlanina og endamálið við elveitingarlógini um at veita føroyska elbrúkaranum  lægst møguligan streymprís, at ongin verulig kapping hereftir verður um at útbyggja vindorkuna í Føroyum, vegna tess at atgongdin til at bjóða seg fram nú verður avmarkað til at bert at fevna um eitt tilboð – og ikki fleiri - frá einstøkum fyritøkum við serstøkum avtalum um lendi, meðan allir aðrir áhugaðir tilboðsgevarar, harundir interkommunali felagsskapurin SEV, sum ikki hava havt henda møguleika at útvega seravtalur, hereftir verða útihýstir frá at luttøku í útbjóðingini?

  • Vísandi til orðingina í elveitingarlógini § 5 stk. 3, skal hervið verða spurt um hvørjar ítøkiligar umstøður veruliga tala fyri, at umsóknin frá Spf. Vindrøkt um framleiðsluloyvi eigur at verða viðgjørd, tá myndugleikarnir frammanundan eru vitandi um, at onnur ikki fáa atgongd til hetta lendið vegna eina seravtalu við festaran, og harvið frammanundan eru útihýst frá at søkja um sama loyvi við tí úrsliti, at ongin kapping verður um at veita brúkarunum lægst møguligan streymprís, so sum tilskilað í viðmerkingunum til lógina?  

  • Er ætlanin, at verandi útbjóðingarleistur um serstøk lendisrættindi fyri tann einstaka útbjóðaran verður grundarlag fyri øll komandi útboð av vindorku í Føroyum, soleiðis at Spf. Vindrøkt við síni seravtalu um Gellingarklett hereftir fer at mynda fordømi fyri framtíðar prísáseting av elorkuni frá vindmyllum hjá føroyska húsarhaldinum?

  • Er tað nakað sum forðar fyri, at nevndi útbjóðingarleistur verður broyttur, soleiðis at treytin hereftir er tann, at allir áhugaðir umsøkjarar skulu hava møguleika at bjóða uppá sama loyvi, harundir eisini eitt loyvi fevnt av somu staðseting, við tí úrsliti,  at tað fæst ein verulig kapping um sama loyvi á jøvnum føti millum allar áhugaðar umsøkjarar, so sum ætlanin hevur verið við lógini?

  • Hevur tað almenna umhugsað møguleikan fyri at bjóða út egnað lendi av almennu jørðini til vindmylluútbygging í Føroyum, soleiðis at útboðið kann verða framt í fríari kapping uppá javnbjóðis kor millum allar áhugaðar umsøkjarar?

  • Hevur tað almenna umhugsað møguleikan at nýta heimildina í lógini um ognartøku av neyðugum lendi til vindmylluútbygging  í Føroyum, soleiðis at útboðið eisini í hesum føri kann verða framt í fríari kapping uppá javnbjóðis kor millum allar áhugaðar umsøkjarar?

  • Er nøkur serstøk orsøk ella atlit, sum kunnu rættvísgera, at valdur er ein útbjóðingarleistur, sum útihýsir veruliga kapping um at veita føroyska brúkaranum bíligari streym, í samband við útbygging av elorkuni úr vindmyllum í Føroyum?   

 
Glyvrar tann 25.05. 2019
Bill Justinussen, løgtingsmaður

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi