Sigmundur Ísfeld verður føroyskur sendimaður í Kina
Sendistovan letur upp tann 1. august í ár.
Sigmundur Ísfeld er tilnevndur føroyskur sendimaður á eini nýggjari sendistovu í Kina, sum letur upp tann 1. august í ár. Tí boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.
Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, hevur tikið avgerð um, at ein føroysk sendistova verður sett á stovn í Beijing.
Sigmundur Ísfeld er 53 ára gamal, og útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá universitetinum í Bergen. Hann hevur drúgvar royndir í føroysku fyrisitingini og við uttanlandsmálum. Hann arbeiddi sum fulltrúi i í Vinnumálaráðnum í árunum 1996 til 1998, tá hann fekk starv í uttanríkistænastuni, har hann hevur arbeitt síðani.
Í árunum 2005 – 2008 var Sigmundur Ísfeld sendimaður Føroya í London. Síðani 2012 hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn; tey tvey seinastu árini við starvstaði í Føroyum, har Sigmundur Ísfeld samstundis hevur staðið fyri arbeiðinum at virka fyri at fáa handilsavtalur við lond í fjareystri.
“Nýtt sendifólk í Keypmannahavn verður tilnevnt í næstum,” sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi