Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrsta coworking space í Føroyum sett á stovn í Vági

Innanlands, Lívsstílur | 29/05-2019 20:00

Vágur letur upp dyrnar fyri umheiminum og bjóðar, sum fyrsta økið í landinum, digitalum nomadum vælkomnum í fyrsta coworking space í Føroyum, nevnt Faroe Islands’ Coworking Adventure.

Seinastu árini hevur ein nýggjur trendur tikið seg upp, har fólk ferðast kring heimin og uppliva ymisk lond og lokalsamfeløg, samstundis sum tey umvegis internetið røkja sínar arbeiðsuppgávurnar á arbeiðsplássinum í heimlandinum ella í freelance størvum.

Fólk, sum ferðast kring heimin á hendan hátt og arbeiða samstundis, verða vanliga nevnd “digitalir nomadar”. Hetta nýggja slagið av “ferðavinnu” ella “upplivingarvinnu”, sum digitalir nomadar eru, hevur ført við sær, at alsamt fleiri støð kring Heimin bjóða seg fram og hava skipanir til digitalar nomadar, skrivar Suðuroyarportalurin. 

Hesar skipanir fevna í stuttum um, at bygdir og býir stovna “coworking space”, sum eru felags skrivstovur, sum digitalir nomadar kunnu leiga seg inn í. Felags skrivstovurnar eru skrivstovur, har tað eru arbeiðsstøð (skrivaraborð + stólur), góð internet atgongd, kaffistova, wc-viðurskifti os.fr. Skrivstovurnar eru vanliga innrættaðar soleiðis, at fleiri fólk arbeiða í sama rúmi, men oftani er eisini eitt minni rúm, har fólk kunnu sita fyri seg sjálvan, um tey hava týðandi uppgávur, sum krevja hugsavnan og frið.

Kjarnu-hugsanin í felags skrivstovuøkinum er annars nettupp, at fólk skulu koma hvørjum øðrum við, meðan tey eru á ferð sum digitalir nomadar, ikki bara við øðrum digitalum nomadum, men eisini við fólki í nærumhvørvinum. Umframt atgongd til felags skrivstovu, so fevnir skipanin við coworking space eisini í flestu førum um at bjóða digitalum nomadum bústaðarmøguleikar.

Vágs kommuna skipar nú, sum tann fyrsta í landinum, eitt coworking space í Vági. Vágs Býráð samtykti mánakvøld at seta á stovn Faroe Islands’ Coworking Adventure, sum er fyrsta coworking space í Føroyum. Faroe Islands’ Coworking Adventure verður skipað við felags skrivstovum, umframt at skipan verður fyrireikað, soleiðis at digitalir nomadar kunnu fáa bústað umvegis Faroe Islands’ Coworking Adventure. Vágs kommuna fer eisini at leggja dent á, at digitalir nomadar umframt at arbeiða eisini kunnu uppliva nærumhvørvi, náttúruna og fólkið, sum her býr, skrivar Suðuroyarportalurin. 

Við Faroe Islands’ Coworking Adventure ynskja vit at bjóða digitalum nomadum til Vágs at arbeiða. -Og við royndunum frá t.d. Íslandi og Norra, so vænta vit eisini, at digitalir nomadar fara at gerast sjónligir í nærumhvørvinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Vit kunnu eisini staðfesta, at tað eisini er púra vanligt, at digitalir nomadar ynskja at leggja nakað eftir sær og gera eitt íkast til lokalsamfelagið, sum teir vitjað, og ikki minst hetta gleða vit okkum til, sigur borgarstjórin..

Komandi vikurnar verður skipanin gjørd klár at marknaðarføra Faroe Islands’ Coworking Adventure á heimasíðu og á sosialu miðlunum, umframt at Faroe Islands’ Coworking Adventure verður marknaðarførd á netverkum fyri digitalar nomadar.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi