Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Avgjaldsvillskógurin Føroyar við at knúsa føroysku ferðavinnuna

Innanlands, Lesarabrøv | 29/05-2019 21:30

Føroyingar hava altíð kunnað gingið í fjøllunum, uttan at gjalda, hetta er okkara siðsøguligi rættur og skal framhaldandi vera tað, alt annað kann ikki góðtakast.

Gjald til bøndur, her og nú og uttan ávaring er i ferð við at oyðileggja føroysku ferðavinnuna
Seinstu vikurnar hava vit í Føroyum fingið fleiri avgjøld fyri gongu í fjøllunum, her og nú og uttan ávaring.

Avleiðingin er at føroyskir ferðavinnuaktørar fáa ónøgdar kundar og mugu skriva út eykarokningar ella í ringasta føri missa inntøkur, tí ferðin er bíløgd og goldin fyri upp til einum ári síðani.

Skil meg rætt, sjálvandi skulu vit gjalda eigarum fyri at ganga á teirra ogn við ferðafólki, um vit taka pengar frá útlendskum ferðafólki, fyri at ganga á teirra jørð. Men gev vinnuni møguleika at fyrireika seg uppá hetta, soleiðis at hon ikki fær ónøgdar kundar og skal skriva eykarokningar.

Hugsið tykkum, um man gjørdi tað sama, tá vit fara til Spania. Tú fert á strondina, tí tú vil svimja á sjónum. Ferðin er goldin og keypt úr Føroyum fyri t.d. hálvum ári síðani, men nú tú kemur á sandin, stendur ein spanióli og sigur, at tú sleppur ikki útí sjógvin, fyrr enn tú hevur goldið 200 ,- kr. Hvussu hevði tú reagerað?

Ella um t.d. tilfeingisgjaldið til fiskivinnuna brádliga hækkaði 20% frá degi til dags. Fiskurin var seldur og sáttmáli gjørdur, men nú hækkar gjaldið frá degi til dags? Hetta er júst tað, sum man ger við føroysku ferðavinnuna beint nú.

 

Bøta um felags samferðslumøguleikar

Politikkararnir hava sovið í tímanum seinastu árini, tá tað kemur til ferðavinnuna. Hygg bara eitt nú eftir samfersluni, har man als ikki hevur tikið atlit til økta ferðafólkatalið.

Hví hevur man ikki sett inn shuttle bussar til mest raktu støðini sum t.d. Saksun, Tjørnuvík, Gásadal og Gjógv? Hetta hevði skapt størv og samstundis givið inntøku lokalt. Eisini hevði tað vart um alla ferðsluna á smáu vegunum til lítlu bygdirnar kring landið. Hetta hevði bæði bøtt um fíggjarligu og fysisku  burðardygdina.

 

Bíleggingarskipan til Strandferðsluna

Tyrlan er full av útlendskum ferðafólkum, sum eitt nú flúgva til Mykines fyri einans 145,- kr. Ja einans 145,- kr. fyri 10 minuttir sightseeing við tyrluni, aðrastaðni kostar ein slíkur túrur vanliga 1500,- kr.

Hetta er við til at oyðileggja sosialu burðardygdina, tí nú sleppa tey, sum tyrlan var ætlað til, útoyggjafólk, ikki við tyrluni. Hon var sett inn, fyri at tey hava samferðslumøguleikar alt árið, fíggjað yvir skattin.

Um SSL og Atlantic Airways høvdu eina bíleggingarskipan, har man gjørdi mun á føroyingum og útlendingum, kundi hetta lættliga verið loyst. 1500,- fyri útlendingar, um teir flúgva við tyrluni, vit føroyingar gjalda munin yvir skattin.

 

Gonga í fjøllum - Gjald í lagi – men ferðaleiðari skal fylgja við

Um man ynskir at taka gjald fyri gongu uttanfyri almennu bygdagøturnar, so eigur eisini at vera krav um ferðaleiðara, tá man fer inn á privata jørð.

Ferðaleiðarin syrgir fyri, at ferðafólkini halda seg á gøtuni og fara væl um náttúru og djóralív.

Tað týdningarmikla er, at vit fáa eina eins skipan og eitt stað, har hetta verður stýrt, so vinnan veit, hvat hon hevur við at gera. Kostnaðarvillinskógurin má vera meira einstáttaður eisini, ein túrur á 45 minuttir kann ikki kosta tað sama, sum ein túrur uppá 7 tímar.

 

Gjald verjir ikki náttúru – tað ger avmarking av ferðafólki

Um fysiska burðardygdin ikki er í lagi og lendi og djóralív ikki tola nógvu ferðsluna av ferðafólki, so er avmarking rætta amboðið at brúka. Hetta gera tey t.d. á Galapagos oyggjunum, har man má bíleggja ár frammanundan, fyri at sleppa út til oyggjarnar.

Mykines er eitt dømi um eitt ser sárbart lundaland, sum fleiri hundrað traðka ígjøgnum hvønn dag alt summarið og eitt gjald á kr. 100m. hjálpir ikki uppá hetta. Her má man avmarka ferðafólkatalið ella enn betri, steðga gongu gjøgnum hetta sárbara lendið og ístaðin gera ein plattform, har man kann hyggja oman i Lamba, uttan at traðka og ganga omaná lundaholunum.

Lundi sæst um alla oynna so neyðugt er ikki at fara út í Mykineshólm, fyri at síggja lunda. Vit mugu eyðmerkja sárbærastu støðini tá tað kemur til lendi og djóralív og so út frá hesum finna rætta amboðið at menna burðardygt.

 

Sosiala burðardygdin og smáu bygdirnar í Føroyum

Eg føli við íbúgvunum í føroyska ”Golden circle”, Saksun, Tjørnuvík, Gjógv, Trøllanesi, Kirkjubø og Gásadali. Tey fáa hundraðtals ferðafólk til bygdina hvønn dag.

Her mugu lokalpolitikkarar í samstarvi við íbúgvarnar finna røttu loysnina so tað verður so liviligt sum gjørligt fyri íbúgvarnar.

 

Samstarv er vegurin fram

Tað hevði verið gott, um øll ráðini saman við Strandferðsluni, Visifaroeislands, kommunufelagnum, bøndafelagnum og ferðavinnufelagnum settu seg saman og funnu eina góða loysn uppá gjald o.a. og kunnaðu vinnuna um hetta, so vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til, áðrenn hon fer í gongd við at selja 2020.

 

Oda W. Andreasen


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi