Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Spennandi farloyvi hjá Jógvan Zachariassen - Billy Graham Evangelistic Association

Kristiligar Tíðindasendingar | 29/05-2019 23:04

Tað eru í ár 18 ár síðani Jógvan Zachariassen byrjaði sum samkomuleiðari í samkomuni Lívdin í Hoyvík, sum tá var nýstovnað.

Eftir 18 ár sum samkomuleiðari, hevur hann ynskt at fara í farloyvi inntil august/september næsta ár. Jógvan kemur ikki at sita hendur í favn hetta ári, tí hann er nevniliga settur í eitt spennandi hálvtíðarstarv innan missiónsfelagsskapin Billy Graham Evangelistic Association, sum heimskendi evangelisturin Billy Graham, sáli setti á stovn fyri mongum árum síðani.

FYRI 65 ÁRUM SÍÐANI
Í 2020 verða tað 65 ár síðani Billy Graham hevði síni fyrstu stórmøtir í Onglandi, og tað er hetta, sum sonur hansara, evangelisturin Franklin Graham, ynskir at minnast. Í hesum sambandi hevur felagskapurin, Billy Graham Evangelistic Association, við Franklin Graham á odda, ætlanir at skipa fyri evangeliskum stórmøtum í 10 størri býum í Stóra Bretlandi.

Tiltakið fer av bakkastokki seinast í mai í 2020, tá stórmøti verður í 10 býum í alt, og seinasta møti verður 04. oktober í London, í stóra bygningsverkinum Millennium Dome, sum varð bygt og reist fyri 19 árum síðani í samband við aldarskifti. Hetta verður fyrsta átak av sínum slag í hesum stóra og kenda bygningi.

Tiltakið fer av bakkastokki undir heitinum UK2020 (UNITED KINGDOM 2020).  

Fyrireikingarnar í Bretlandi byrja longu í ár, og tað er í fyrireikingarhøpinum, at Jógvan Zachariassen er boðin at vera ein partur av fyrireikingartoyminum. Ein av býunum, har Franklin Graham kemur at hava stórmøtir, verður Walisiski býurin Cardiff, har Jógvan  kemur at verða sjálvur annar í fyrireikingartilgongdini, sum kemur at taka í umleið eitt ár.

Jógvan er settur í hálva tíð, sum merkir, at hann verður burtur í 14 dagar og verður heima í 14 dagar. Jógvan sigur, at tá hann er heima kemur hann ikki at virka sum samkomuleiðari í Lívdini, men hann kemur tó at tala og undirvísa sum vanligt. Tá hann kemur aftur av farloyvinum fer hann at virka sum áður í samkomuni Lívdin.

Samkoman Lívdin hevur hesa heilsan til Jógvan á heimasíðuni: “Vit gleðast um, at Jógvan hevur fingið eitt so spennandi og mennandi starv komandi árið og fara at heita á samkomuna um at biðja fyri honum og stóra UK2020 tiltakinum.”

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi