Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu - ein virksamur fløguútgevari

Kristiligar Tíðindasendingar | 29/05-2019 23:03
Húsin á nýggju fløguni

Klaksvíkingurin Eyðun Jacobsen kemur aftur nú við eini nýggjari fløgu. Eyðun er ein virksamur fløguútgevari, sum trýr upp á, at tann kristni boðskapurin eisini eigur at vera borin fram i tónleikinum.

Eyðun er væl kendur í tónleikahøpi, og hevur fingist við tónleik frá ungdóminum bæði í Føroyum og uttanlands. Fyrst í sjeytiárunum sang hann saman við Jógvani Mortensen undir heitinum Betesda- Duettin, og fyrsta útgávan hjá Eyðuni var, tá hann og Jógvan Mortensen í 1973 góvu út plátuna úr Himli til jarðar.

Síðani tá er nógvur tónleikur spældur, framleiddur og givin út av Eyðuni. Hann og familjan búðu í Jyllandi í 17 ár, frá 1983 til 2000, tá tey fluttu aftur til Føroyar. Hesa tíðina, meðan familjan var í Danmark, var hann virksamur innan tónleikin, og hann stóð fyri trimum donskum útgávum og einari føroyskari, tey 17 árini, ið familjan búði í Jyllandi. Tey búðu ávíkavist í Frederikshavn og í Aalborg.

Eyðun hevur ikki verið minni virksamur innan tónleik og sang, síðani familjan flutti aftur til Føroyar í 2000. Hann hevur givið út fleiri fløgur, og hevur eisini verið stigtakari og samskipari til fleiri fløguútgávur hjá øðrum, m.a. hjá Kvartettini í Betesda, Svein í Prestgarði og Oasubrøðrunum.

Í fjør tók Eyðun stig til at geva út fløguna Tú leitar, við einum upplagi upp á 10.000. Hendan fløgan var ein sokallað traktatfløga, tí hon varð býtt út ókeypis.

NÝGGJA FLØGAN / GEYMUR
Leygardagin 25. mai kom nýggjasta fløgan hjá Eyðuni, sum hevur heitið Lívsins løtur. Á fløguni eru 18 løg. Av átta sangum eigur Eyðun sjálvur orð og lag. Í hesum sambandi vóru útgávukonsertir sjálvan útgávudagin leygardagin 25. mai í Frelsunnarherinum í Havn, og sunnukvøldið 26. mai í Kelduni í Skálabotni.

Krisiliga Tíðindasendingin hevði Eyðun í telefonini og spurdi hann hvussu útgávukonsertirnar gingu. Eyðun sigur, at væl av fólki kom til konsertirnar, sum eisini keyptu væl av nýggju fløguni. Eyðun  upplýsti í telefonini, at hann eisini gongur nýggjar leiðir við hesi fløguútgávuni, við tað, at hann eisini gevur hana út á geyma. Eyðun sigur, at sølan av fløgum er lækkandi til fordeil fyri geyman, og at tað er tí, at hann roynir seg eisini við eini geymaútgávu.

Nýggja fløgan, sum hevur eitt upplag upp á 1.200 eintøk, kostar 130 krónur, og somuleiðis geymin.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi