Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Føroyska Sjómansmissiónin á Atlantic Fair - áhugaverdur fyrilestur

Kristiligar Tíðindasendingar | 29/05-2019 23:05
Mynd tikin á Atlantic Fair 2019 á felagsbásinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini og OM. Frá vinstru: Sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen, Jóan Petur Joahnnesen, Myles, sum umboðar OM og nýggi OM leiðarin í Føroyum Dánjal av Rana. Uttast til vinstru sæst nýggja búmerkið hjá Sjómansmissiónini.

Í døgunum 21-23 mai var tiltakið Atlantic Fair 2019 í Ítróttarhøllini í Klaksvík. Millum teir 190 framsýnararnar var Føroyska Sjómansmissiónin, sum hevði felagsbás við Missiónsfelagsskapin Operation Mobilisation (OM).

Føroyska Sjómansmissiónin er ein  felagsskapur innan Kirkjuligu Heimamissiónina, sum hevur virkað millum føroyskar sjómenn síðani 1918. Síðani tá hava tað verið trúboðarar, sum hava virkað millum føroyskar sjómenn bæði heima og burtur. Síðani 1. januar í 1993 hevur Torleif Johannesen av Toftum virkað sum Sjómanstrúboðari. Undan honum var tað Jóhan Olsen úr Rituvík.

Millum fyrstu føroysku Sjómanstrúboðararnar var Alfred Petersen, sum eisini var ein av eldsálunum at byrja eina skipaða Sjómansmissión, sum byrjaði millum mongu sluppurnar og nógva fiskafólkið á Tvøroyri í 1918, har eini hús vórðu keypt til endamálið.  

TORLEIF JOHANNESEN
Torleif Johannesen var boðin at hava fyrilestur á Atlantic Fair í ár um arbeiði hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum í fjør kundi feira 100 ára stovningardag.

Torleif byrjaði fyrilesturin við at siga, at menniskjan livir ikki av fiski og breyði eina, men heldur av Orði Guds. Torleif helt fram, at “endamálið hjá Sjómansmissiónini er at røkta sjómannin bæði andliga og sosialt, men tyngdin liggur á tí andaliga partinum. Vit hava ikki áhugað í at blanda okkum í sjálvan fiskiskapin, sigur Torleif.”

Føroyski Sjómanstrúboðarin vitjar regluliga umborð á føroyskum skipum, sum liggja í Føroyum, men tænastan røkkur eisini út til føroysk skip aðrastaðni, sum t.d. í Íslandi, Danmark, Bretlandi, Grønlandi og Kanada. Eisini fer trúboðarin út á fiskifeltið, har hann verður fluttur frá skipi til skip. Hann vitjar millum 300 og 400 skip á hvørjum ári.  

MØTIR UMBORÐ
Sjómanstrúboðarin skipar fyri møtum og andaktum umborð, og framvegar kristnan lesna til skipini. Ígjøgnum mong ár hava sjónbond við møtum verðið framvegaði til skipini, men í dag eru tað ikki sjónbond, men geymar upp á 120 GB, sum kunnu setast til sjónvarpið í messuni, har fleiri møtir eru á hvørjum geymanum. Onkur sjómaður hevur sagt, at “umborð hjá okkum gongur geymin millum 8 og 10 tímar um døgnið.”

SOSIALT
Sum Torleif nevndi í fyrilestrinum, at tænastan hevur eisini eina sosiala síðu mótvegis sjómanninum, og tí veitir sjómansmissiónin eisini praktiska hjálp til tann einstaka sjómannin, sum t.d. við ørindum í landi, og eisini at vera bindilið millum sjómannin og heimið, um tað gerst neyðugt.

Tá nýggj skip koma til landið, verður farið umborð við sangbókum, andaktsbókum og einum sokallaðum standard bókakassa. Tað er eisini vorðið meiri og meiri vanligt, tá nýggja árið byrjar, at skip senda boð eftir Sjómanstrúboðaranum at hava eina andakt umborð, til tess at leggja skip og manning í Guds hond áðrenn byrjað verður í nýggja árinum.

SJÓMANSKVINNURINGARNIR
Sjómanskvinnuringarnir í Føroyum, sum hava virkað í 100 ár, eru týdningarmiklir viðleikarar, tá tað kemur til Føroysku Sjómansmissiónina. Á hvørjum ári fara umleið 1.200 jólapakkar umborð á føroysku skipini. Tað eru 44 sjómanskvinnuringar í Føroyum, sum møtast regluliga til bøn. Hvør ringur hevur ávís skip at biðja fyri, og tað verður regluliga biðið fyri hesum skipum við skipanavni.

Føroyska Sjómansmissiónin hevur tætt samarbeiði við Føroyska Sjómansheimið Ørkin í Reykajvík, har Hósvíkingurin Ólavur Jacobsen er settur sum trúboðari. Ólavur vitjar eisini føroysk skip, sum liggja á Reykjavík, Hafnafjørðinum og aðrastaðni.  

Í samband við 100 ára dagin hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum varð hildin í leguhúsinum í Nesvík í fjør, varð nýtt búmerki avdúkað, sum grafikarin, Sjúrður Højgaard, hevur skapað.


Kristiliga Tíðindatænastan

v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi