Bíbliu- og Tónleikaferð við Norrønu
Sum tað seinasta í sendingini skula vit einaferð enn minna á Bíbliu- og Tónleikaferðina við Norrønu millum Havnina og Hirtshals í døgunum 18 – 21. august. Farið verður av Havnini sunnukvødið 18. august kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið 21. august kl.17:30
Komið verður til Hirtshals týsmorgunin kl.09:30 og farið verður úr Hirtshals kl.11:30 Fólkið fær tveir tímar í landi, har høvið verður at vitja hugnaligu gongu- og handilsgøtuna í Hirtshals. Ókeypis bussflutningur aftur og fram verður framvegaður millum Norrønu og gongugøtuna. Føroyska samkomuhúsið Malta liggur beint við gongugøtuna, har fólkið í ferðalagnum eru vælkomin til ein ókeypis drekkamunn og heilsa upp á vertshjúnini Annu og Hans Djurhuus, sum hava húsast og virkað á Malta í 8 ár.
Undir ferðini verða bíbliutímar og sangløtur. Millum tónleikararnar verður MC Restorff, Jóannes S. Hansen, Dia Hvannastein og Anna og Pætur Hjørtur Háberg. Teir, sum koma at hava bíbliutímar vera Páll á Lakjuni og Hjørleif Vang. Fyrilestrar verða eisini á ferðini, har Mortan Johannesen, skipari, Jógvan við Keldu og Jógvan á Lakjuni koma at luttaka. Mortan kemur at greiða frá, tá danska ferðamannaskipið Hans Hedtoft gekk burtur á Kappanum. Tað eru í ár 60 ár síðani sorgarleikurin hendi.
Ferðin kostar 1.695,00 krónur. Við í prísinum er morgunmatur hvønn morgun, og allar kvøldbúfféirnar. Tilmelding er byrja, sum fer fram á Smyril Line tlf: 345900 ella booking@smyrilline.fo Eisini kann tilmelding fara fram á heimasíðuni: smyrilline.fo
Um ein ynskir at vita meir um ferðina, kann ein seta seg í samband við samskipararnar Martin Dam Joensen tlf: 235920 ella Poul Jóhan Djurhuus tlf: 228314.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur