Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nýggja bussleiðin – eitt stórt afturstig!

Innanlands, Lesarabrøv | 02/06-2019 13:00

Til tíðir heldur tú, at kommunan virkar, MEN...

Nú tá ið tann nýggja ferðaætlanin er komin, er tað eisini vert at vísa á, at kommunan fegin vildi fáa fleiri fólk at ferðast við býarbussunum. Men hvussu skal ein nýggj og bøtt bussleið skipast? Eitt gott hugskot hevði verið at spurt tey, sum ferðast dagligt við bussinum, hvat teirra hugsan er. Hvussu skal tað vera – hvat eru tey nøgd við og hvat skal gerast um. Eftir tí gomlu ferðaætlanini var millumbilið millum bussarnar 20 minuttir. Í tí nýggju ferðaætlanini er tað 30 minuttir. Og aftan á kl. 17 er tað ein tími ímillum. Tað er eitt afturstig, men tað, ið verri er, er at nú ber BARA til at skifta buss í Steinatúni, og tað er eitt stórt afturstig fyri brúkaran, tí nú ber IKKI til at ferðast tvørtur um leiðirnar, men øll mugu í Steinatún til at skifta buss. Tað merkir, at tú mást ferðast 50 minuttir í staðin fyri 20 minuttir. Tað fær IKKI fólk til at taka bussin! Tað gagnar helst bussførarunum, men IKKI ferðafólkunum!

Tað hevur týdning fyri allar borgarar, at Havnin hevur eina bussleið, sum er so smidlig, at øll kunnu nýta hana til arbeiðis, í skúla og til alla dagliga ferðing.

Harumframt má ein prentað ferðaætlan setast upp við hvørt steðgipláss – eisini í royndartíðini. Í hesum sambandi má mælast frá at taka somu skeivu avgerð sum í Keypmannahavn. Har varð ferðaætlanin tikin burtur, tí nú skuldu fólk nýta snildfonina til at fara á internetið til at síggja, nær bussarnir koyrdu. Hetta elvdi til eitt rámaskríggj. Fólk vóru sera misnøgd, og tískil varð avgjørt at seta ferðaætlanirnar upp aftur. Tað vóru burturspiltir pengar – eisini tí eingin hevði spurt, um tað var eitt serliga gott hugskot.

Í Hoyvík er tað nú soleiðis, at tað er neyðugt at skifta buss í Steinatúni, t.d. tá ið tú skalt frá Hvítanesvegnum niðan millum Gilja ella niðan á Løgmannabreyt. Neyðugt er at broyta bussleiðina, so at eingin skal oman í Steinatún at skifta buss.

Ein partur av trivnaðinum er eisini BÍDIRÚMIÐ í Steinatúni. Tað skal vera opið í øllum tíðarskeiðinum, tá ið bussarnir koyra.

Fyri at opna býin um kvøldið, ikki minst fyri kvøldskúlafólk, skal bussleiðin koyra til 23.15. So kunnu fólk eisini koma til býin um kvøldið – í biograf, til fundir, á møti, o.s.fr. So slepst undan at brúka bilin. Sum tað er nú, eru fleiri bilar enn áður í býnum, tí eisini tey, sum hava koyrt buss áður, taka bilin ella leiga hýruvogn, tí tey fáa ikki nýtt bussleiðina longur. – Bilar eru orsøk til støðuga dálking í almenna rúminum. Tað er betri bæði fyri heilsuna og umhvørvið, um fólk seta bilin og taka bussin.

Er væl útbygd koyring eisini um kvøldið, skapar tað størri trivnað millum borgararnar. Ein góður trivnaðurin hevur við sær, at fólk nýta sína frítíð í býnum og brúka tey tilboð, ið har eru at finna. Og í Havn eru nógv tilboð. Og tað er jaligt fyri øll – matstovur, bókasavn, biograf og annað. Gevið tískil fólki trivnað við at hava eina góða og smidliga bussleið!

Tað er ein góð íløga!

Skal kommunan vera virkin, má hon vera vakin!

 

Bozena Rasmussen


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi