Innsavnari skar seg illa av brotnum glasi
So hendi tað tíanverri aftur, at ein av innsavnarum okkara skar seg illa av brotnum glasi, sum var koyrt í ein gráan posa uttan at vera pakkað inn. Tað er sera harmiligt, tá gáloysi førir til slíkar hendingar, skrivar IRF á heimasíðu síni.
Støðan kundi tó havt verið nógv verri, tí beint áðrenn hendingina hevði ein annar innsavnari borið tann sama posan á rygginum. Høvdu glaspettini tá vent ímóti rygginum á honum, kundi skaðin verið nógv álvarsamari.
Knívar, seymir, hvassir avskurðir og størri hvassir lutir skulu latast inn á kommunalu endurnýtsluplássini. Aðrir lutir, so sum brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast væl inn, áðrenn teir verða latnir í gráa posan.
Vit vilja staðiliga heita á tykkum øll um at hugsa um innsavnarar okkara og um hvat verður latið í posarnar hjá okkum.
irf.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











