Føroyaflokkurin er 17,1% ávegis
Stovanarin av Føroyaflokkinum skrivar á sínum facebook vanga, at tað gongur væl við undirskrifta innsavnanini til nyggja flokkin. Hann skrivar.....
Dagur 3: Orð eru fátøk. Í dag fór eg fyrst til Runavíkar at heilsa uppá góð fólk har og fekk nakrar undirskriftir. Síðan gekk leiðin til Fuglafjarðar har í eg vitjaði harra Pætur, eigari av Turkihúsinum. Spurdi hann um hann kundi savna eini tíggju undirskiftir, tað helt hann líti um og bað heldur um at fáa ein bunka :) Fantastiskt!!
Síðan fór eg ein skjótan túr at vitja Bárður, vit báðir hava róð saman og hann hevur veri runt og fingið nógvar undirskriftir.
Tá eg kom norð ringdi systurin, hon og vinkonan fóru ein ordans rundtúr og komu aftur við eina rúgvu av undirskriftum. Tað staðfestir bara aftur at einsmallur er man lítil, men við nógvum góðum fólki ber til at taka stór tøk saman, sum merkjast. Takk fyri í dag og takk tit mongu sum eru við at førka okkum nærri at stovnseta Føroyaflokkin! Her er status.
6.Juni: 23
7.Juni: 43
8.Juni: 71
Samanlagt 8.Juni : 137
Føroyaflokkurin er 17,1% ávegis
Skriva til mín ella ring á 531053 um tú vil skriva undir, ella kanska skaffa fleiri undirskiftir
Tað ber eisini til at hjálpa við at senda undirskriftina talgil.
- Trýst á leinkið niðanfyri
- Fyll út upplýsingar
- Prenta út
- Skriva undir
- Skanna inn
- Send okkum avrit á ff@foroyaflokkurin.fo ella her á Facebook.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











