Grønari super-tangabátar skulu sigla við vindmegi
Klassafelagið, Lloyds Register, hevur júst góðkent eitt skipasnið av einum super-tangabáti, sum millum annað skal kunna sigla við vindmegi. Endamálið er at spara brennievni og minka CO2-útlátið.
Í framtíðini kann ein stórur tangabátur við ráolju í lastuni sigla við nýtslu av grønari brennievni og vindmegi.
Suðurkoreiska skipasmiðjan, Hyundai Heavy Industries, hevur júst fingið góðkent eitt skipasnið av einum VLCC-tangabáti (very large crude carrier). Sniðið ger tað møguligt hjá skipinum at sigla við hjálp frá seglum í sylindarasniði - kombinera við ING og sonevnd volatil organiskum sambondum (voc).
Hetta seinasta skal gera tað møguligt hjá skipinum at sigla við brennievni, sum verður framleitt av natúrligum dampi frá lastatangunum, meðan siglt verður.
Tað sæst í einari fráboðan frá Lloyd’s Register, sum júst hevur givið nýggja sniðinum grønt ljós. Finska felagið, Norsepower, sum framleiðir serlig rotorsegl til slík skip, er eisini við í ætlanini.
Mett verður, at rotorseglini spara reiðarínum millum 5 og 7 prosent av brennievninum.
Kelda: antares.fo/ Shippingwatch
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











