Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Yrkjarin og rithøvundurin David Johannesen

Innanlands | 09/06-2019 11:00

Hin 19. mai fylt fyrrverandi vágaprestur, David Johannesen 70 ár, í tí sambandi eru vit savnað fyri at heiðra David prest, sum í stóran mun hevur ríkað okkum við sínum skaldskapi við útgávum av yrkingum, skaldsøgu, andakstbók, lestarbókum og fakbókum. Heili 17 bøkur hevur hann givið út.

Marjun í Kálvalíð. 
(Røða hildin í Miðvágs kirkju sunnudagin 26.05.19, tá hátíðarløta var hildin Davidi Johannesen til heiðurs).

Eitt land sum Føroyar, har skriftmálið er ungt, hevur tørv á at fáa bókmentir av øllum slagi, so fólk her á landi á egnum máli kunnu lesa og syngja á føroyskum. Kirkjan, sum eigur eitt sera stórt rúm í Davidsa huga og hjarta, hevur í stóran mun sálmar, sum eru gamlir, og sum eru týddir til føroyskt úr øðrum málum, tað er eisini gott.

Men vit eiga eisini sálmar og sangir, skrivaðir av føroyskum høvundum sum serliga hava lagt seg eftir, at vit her á landi kunnu kenna okkum aftur í sálmunum. Og her eigur føroyska kirkjan ein dýrgrip, sum ikki kann gerast upp í pengum. Teir gomlu gingu undan, og vit komu aftaná. Haldi at eg tori at siga, at eingin prestur í landinum hevur skrivað so nógv av skaldskapi sum David Johannesen. Yrkingasøvnini hava øll ein stóran part av sálmum, sum yrktir eru til øll høvi. Kirkjuárið, hátíðir og árstíðir, eru væl umboðaði í sálmunum. Í sálmabókini, sum kom út í 1990, eru 2 sálmar hjá Davidi við, og í uppískoytinum frá 2013, eru 4 sálmar hjá Davidi við.
 
Haldi eisini at eg tori at siga, at tað er ikki sørt, at annar bygdamaður Davids, sum nú stendur við penni í hond og skoðar út yvir bygdina og sandin, eigur stóran part av íblástrinum, tá David yrkir. Takksemi um Guðs æviga kærleika, um allar gávur, Guð gevur okkum, og um frelsuverkið - skína ígjøgnum allar yrkingarnar. Tað er ein einfaldur boðskapur og ein inniligur andi yvir yrkingunum, sum hava faðirin, sonin og heilaga andan í miðdeplinum. Føroyska náttúran og føroyska málið eiga eisini eitt serligt rúm hjá Davidi, sum á mangan hátt er ein fjøltáttaður yrkjari. Flestu yrkingar eru upp á rím og eru bygdar upp við 4 linjum. Men nakrar eru øðrvísi, modernaðar um vit vilja rópa tað so. Ein av teimum er Jesu høvuðsprestabøn úr savninum 50 yrkingar, sum kom út í 1990, hon er kontemplativ, hevur nakað stilt og inniligt yvir sær, og er væl í trá við tekstin, hon er tikin úr. Yrkingin ljóðar soleiðis:


Jesus biður,
sigur:
Dýrmet meg,
so at eg gangi deyðans veg!

Tung er løtan
- torfør gøtan,
deyðin skal niður!
Gud, vinn okkum sigur.

Jesus gongur deyðans veg
fyri Pætur, heimin og teg
hetta er krossins vegur,
- Jesus lívið gevur.

II
Jesus biður,
Sigur:
Lærusveinar mínir
eru tínir.

Eru teir eina,
før teir inn á gøtuna beina,
gev teimum álit á teg,
lær teir at ganga krossins veg.

Efesus og Rom
bera sorg og skomm
Kirkjan grætur
um Paulus og Pætur.

III
Jesus biður,
sigur:
Øll trúgvandi eru tíni
og míni.

Lær okkum at ganga 
vegin langa
í kærleika – trú
altíð og nú.

Álit er krúnan, 
sum ger hin trúgvandi búnan
til kærleika – stríð
nú og altíð.

Annað dømi er yrkingin Tíðin úr sama yrkingasavnið.  Byrjanin til yrkingina er bæði klókt og stuttligt, hetta gevur lesaranum nakað at hugsa um:

Tíðin titar, 
tíðin fer, 
lítlir bitar 
tíðin er.
 
Síðan hugleiðir hann um forfedrarnar, tey, sum hava gingið her undan okkum, sum livdu og doyðu í bygdini ella landinum, men sum ikki fara í deyðan, tá lívið er at enda komið, men fara yvirum til lívið hinumegin sýnina.

David er sum onnur, barn av síni tíð. Hann er føddur stutt eftir krígslok, og minnini frá krígnum eru mong í heimbygdini og oynni við. David er eisini, vági eg mær at pástanda, barn av síni tíð í mun til ungdómsuppreisturin í 68 og blómubarnatíðina, tí tað er nakað av tí vit rópa “Don’t worry be happy” yvir yrkingum og skaldskapinum yvirhøvur. Høvuðsinnihaldið er at vit ikki eiga at stúra, tí alt er í Guðs hond.
 
Í skaldsøguni Dirvi til at liva, sum kom út í 2010, letur David hjúnini Tórður og Katrin verða søgusigarar, har gerandislív við gleði og sorg myndað bókina við hugleiðingum um lívið, um mentan, um mannakor, um tað nýggja og tað gamla, men eisini við einum óvikandi áliti á Guð, sum ongantíð letur okkum eftir einsamøll. Bókin er á ein hátt er ein bók um, hvussu ein kann liva við missi og sorg og tó hava eitt gott og innihaldsríkt lív, tí lívið er ongantíð bara sorg og tregi, men er fylt av øllum tí, sum Guð gevur okkum og er fyri okkum. Hjúnini hava mong áhugamál, men Guðstrúgvn, kærleikin til landið, til frælsi og næstan, skínur ígjøgnum. Brot úr bókini: Síða 96 í bókini ”Dirvi til at liva.”

“Tað berandi í kristnu trúnni er trúgv, vón og kærleiki. Trúgvin er bundin at Gudi, trúgvin er vend móti honum. Hann er grundvøllurin, trúgvin er bygd á. Og trúgvin fær megi og kraft frá Gudi at liva og virka í vón og kærleika. Vónin er grundað á trúnna. Við trúnni eiga vit eina vón sum ber, og sum leiðir út um henda heim til tað æviga lívið heima hjá Gudi. Vónin byggir brú millum nútíð og framtíð, millum himmal og jørð, millum okkum og Gud.”
 
“Vit kunnu heilt einfalt ikki liva uttan trúgv og vón. Alt steðgar upp uttan tey. Men úr trúnni spírar eisini kærleikin fram. Og kærleikin er størstur, sum Halgabók sigur. Kærleikin gevur lívi okkara samanhang. Hann ger lív okkara meiningsfult, soleiðis at ta gevur meining at vera menniskja og gera tað góða móti næstanum.”
 
Tað er so lætt og sjálvsagt, og tó so svárt at liva eftir uppskriftini vit eiga, at elska Guð og næstan, sum David altíð hevur prædikað í kirkjum okkara. At tað er kærleikin, trúgvin og vónin sum ber, og sum vit ikki kunnu liva uttan.
 
Bæði í sálmum og sangum skínur ígjøgnum, at Guðstrúgvin er berandi, at hon er grundvøllurin, hann sjálvur hevur bygt á, og sum hann ynskir at boða í sínum prædikum og skaldskapi. Áir, vøtn, fjøll og fjøran, ja náttúran øll ber boð um Guðs gávu, at hann hevur givið okkum lív og frelsu, og alt vit hava tørv á. David brúkar myndamál og hugtøk, sum t.d. varðan at lýsa Guð, sum er alt í øllum. Í yrkingini frá 1982 sigur hann soleiðis:

Varðin
Í øldir hann staðið hevur,
á leiðini ráð okkum gevur,
øld eftir øld hevur hann staðið
og stendur enn í dag við sama lagi.

Í toku og mjørka hann vísir á leið,
og gøtan gerst greið,
í haga – á heiðini – á fjøllum
hann gøtuna greiðir menniskjum øllum.

Tá kavin liggur um gøtur og leiðir,
hann gøtuna greiðir,
glerpípur í hárinum hanga,
men varðin vísir ta leið, tú skalt ganga.

Stormur ýlir um gøtuna alla,
og dagur tekur at halla,
kalt er í haga, og brim við strond,
tá er varðin í nánd.

Tøkk veri honum, sum varðar læt byggja,
nú standa teir reystir sum kappa og hyggja
inn í ta framtíð, sum eingin man eiga:
Gud er varðin, sum vegin kann greiða!
 
Eitt hjá okkum so nátúrligt og vanligt sum varðin, verður her nýtt til at peika á Guð, hóast tað ikki er sagt frá byrjan, er eingin ivi um, at tað er Guð faðir á himli, sum er myndin aftanfyri yrkingina, og í seinastu reglu kemur Guðsnavnið,  tað er hann sum er vegvísarin, sum kann fáa okkum á mál, hann sæst tá alt annað er fjalt handan mjørka og kava, ella við øðrum orðum, tá lívið er myrkt og kalt. Guð er hin lýsandi vegvísarin í lívinum. Ongantíð eru vit uttan Guð, tí hann er alt í øllum. So Don’t worry – be happy!

Vit hava í kvøld sungið og hoyrt brot úr skaldskapinum hjá Davidi presti. Her er nógv av øllum, sálmar um lív, trúgv, kærleika og vón, um kirkjuna og guðstænastuna, sakramentini, kristnu høgtíðirnar, um náði, miskunn, lovsangir, anda og orð, og um bøn. Har eru eisini sangir um móðurmál, fosturlandskærleika, dálking, frælsisstríð, summar og vetur, vár og heyst, um veiðiferðir og stillar og vakrar summarnætur.

Vit eiga í Davidi ein prest, sum veruliga hevur lagt seg eftir at skriva og fáa til vega nýggjar sálmar, andakts- og lestrarbøkur, sum vit veruliga treingja til. Vit takka tær hjartaliga fyri títt stóra og góða arbeiði, og vit vóna at alt tað, tú hevur lagt úr hondum, kemur at vera nýtt kirkjuni á gagni, so sum tú hevur ynskt tað frá byrjan. Tað er meðan vit liva, at vit skulu heiðra og stuðla, sum tú leggur upp til í bókum tínum, tað fjálgar og gevur megi og dirvi til at halda á, tað boðar lív hóast deyða, og gevur dirvi til at liva. Hjartaliga til lukku og Guðs signing framyvir.

folkakirkjan.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi