Petur Hans Dahl veðurfrøðingur: veðurvánir fyri hesa vikuna ( vika 24)
Samanumtikið: Landn. tað mesta av vikuni og heldur kalt, tó eitt sindur lýggjari móti vikuskiftinum, sum verður heldur vátligt.
Í dag 11.juni
Stívt andøvsgul av landn.n. 8-10 m/s, fyri tað mesta turt og sólin sær. Hitin 4-8 stig.
Ónsdagin 12.
Andøvsgul av landn.n., 8-5 m/s, fyri tað mesta turt og sólin sær seinnapartin. Hitin 5-8 stig
Tórsdaginr 13.
Frá stívum andøvsguli upp í hvassan vind 8-14 m/s av landn , regn um hvøldið og hitin 4-7 stig.
Fríggjadagin 14.
Landn gangandi í eystan, 10-12 m/s, fyri ein stóran part regn og hitin 7-9 stig
Leygardaginr 15.
Eystan 6-8 m/s, fyri tað mesta turt, tó tám ella mjørki á eystaru leiðum og hitin 8-10 stig.
Sunnudaginr 16.
Landn snarandi í sunnan 8-6 m/s, regn tað mesta av degnum og hitin 7-9 stig
Samanumtikið:
Landn. tað mesta av vikuni og heldur kalt, tó eitt sindur lýggjari móti vikuskiftinum, sum verður heldur vátligt.
Veðurtekn:
Veðurteknið er aftur hesaferð frá Jógvan Sofur Ferjá frá Gjógv. Hann sigur m.a. um landsynning: Hann hevur ligið av landnyrðingi. Nú er hann moltnaður. Sá í skýmingini, at skúmið fór frá landinum, og nú eg var uttanfyri í kvøld, hoyrdi eg, hvussu hart tað brast í briminum. Fór mær síðani heim um hjall, og har hoyrdist pípið frá telefonsteyrunum minst 30 favnar. Hetta við telefonsteyrunum havi eg sjálvur fingið greiði á, haldi, tað grettur ikki. Hann er eisini klárur suður undan. Vit siga landsynningstømingur, tá ið hann liggur í fleiri dagar, og tað ger hann ofta; ikki skýggj fyri sól, besta terraætt við Gjógv.
Um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun segði Petur Hans: Landn. 7 m/s, turt, skýggja, sólin sær og hitin er 7 stig.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur